Hýrurin var góður heima hjá prestinum Hans Eileri Hammer og familju hansara á Nesi í gjár.
Henda dagin fingu tey boðini um, at Hans Eiler Hammer var fríkendur fyri ákæruna um, at hann skuldi hava sent dóttrini eini sms-boð við ónærisligum innihaldi. Ákæran varð reist móti honum, meðan familjan búði í Berlevaag í Noregi.
Trýstið var so stórt á familjuna, meðan tey búðu í Noregi, at familjan valdi at flyta aftur til Føroya. Og Hans Eiler Hammer segði seg úr starvinum í Berlevaag fyri eisini at flyta aftur til Føroya. Tatð var tó ikki bara trýstið, sum fekk hann at flyta heimaftur. Elsta dótturin hevði fingið staðfest eina sjúku, og sjúkan hevði við sær, at gentan fleiri ferðir í heyst noyddist á sjúkrahús í Danmark. Hans Eiler Hammer helt ikki, at konan Linda kundi vera einsmøll sum foreldur at taka sær av teimum trupulleikunum.
Ein lætti
- Tað var ein ómetaligur stórur lætti at fáa hesi boðini. Sjálvt um eg alla tíðina havi noktað meg sekan og visti, at eg einki skeivt hevði gjørt, kundi ikki vera vísur í, at tað fór at enda væl, sigur Hans Eiler Hammer.
Hann er ikki sørt argur inn á arbeiðið hjá norska ákæruvaldinum í hesum málinum. Eitt nú var 15 ára gamla dótturin avhoyrd undan hjásita og slapp hvørki at síggja ella góðkenna frágreiðing sína.
Politiið hefti seg við nøkur notat, sum gentan hevði skrivað, men av eini ella aðrari orsøk vórðu hesi notat ikki løgd fram í rættinum, har ákæruvaldið stóð eftir við ongum prógvum móti prestinum.
Noyddist at fara
Kirkjumyndugleikarnir í Noregi royndu at tala Hans Eiler Hammer frá at siga upp. Teir skiltu væl, at torført var hjá honum at halda fram í Berlevaag, sum er eitt lítið pláss. Hann fekk í boði at flyta til annað stað í sóknini, men tað vildi Hans Eiler Hammer ikki, tí hann hevði valt at søkja til Berlevaag, haraftrat var vandi fyri, at trupulleikarnir fluttu við. Trupulleikarnir, sum vóru illgitingar um, at okkurt kanska kortini var í ákærunum.
Síðan Hans Eiler Hammer kom heim aftur, hevur hann verið nakrar túrar við línubátinum Reynsatindi, men dreymur hansara hevur alla tíðina at fingið fast starv á landi í Føroyum.
Hoyrir einki aftur
- Síðan eg kom heimaftur, havi eg søkt minst 15 størv í Føroyum, og øll hesi størv havi eg hildið meg verið næstan best skikkaðan til, men eg eri ongantíð so frægt sum kallaður inn til samtalu, sigur Hans Eiler Hammer, sum ikki er í iva um orsøkina. Orsøkin er sakarmálið í Noregi.
Hann hevur tó ikki mist vónina um, at hann ein dag fer at fáa eitt starv, har hann kann brúka útbúgving sína. Ein møguleiki er at fara av landinum at arbeiða, men familjan flytur ikki við, tí tey trívast øll best í Føroyum. Hans Eiler Hammer hevur heldur ikki hug at binda seg fast til nakað arbeiði uttanlands, men kanska í nakrar mánaðir.
Enn er ógreitt, um ákæruvaldið í Noregi fer at kæra dómin.
Til reiðar til umdyst
- Ger ákæruvaldið tað, eru vit til reiðar at taka umdystin. Hevði dómurin verið tann øvugti, hevði eg kært, tí fyri meg er hetta málið so prinsippielt, sigur Hasn Eiler Hammer.
Hann fer nú at tosa við advokat síni í Noregi, um hann skal stevnu Berlevaag kommunu ella øðrum. Málið hevur kostað familjuni í minsta lagi hálva millión krónur, og haraftrat hevur tað kostað honum hansara umdømi.
- Áðrenn alt hetta hendi, varð eg brúktur allastaðni sum prestur, tí eg hevði so drúgvar royndir. Eg var tann royndasti presturin, sum øll høvdu álit á. Við málinum var alt sett upp á spæl, og sjálvt um eg nú eri fullkomiliga frídømdur, er mítt áður so góða umdømið skakað, sigur Hans Eiler Hammer.