Umsíðir nærkast endin at drúgva stríðnum um prestastarvið í Hvalba, tí nú er semja gjørd millum Føroya biskup, Jógvan Fríðriksson, vegna Mentamálaráðið, og Ólav Rasmussen, prest, um, at hann verður loystur úr embætinum sum prestur í Hvalba frá 1. februar at rokna.
Kirkjuliðið í Hvalba hevur seinasta árið fleiri ferir gjørt kirkjumyndugleikunum greitt, at tey ikki vildu hava Ólav Rasmussen, sum hevur verið í farloyvi, aftur, og at teirra vón var, at avloysari hansara, Símun P. Jacobsen, slapp at halda fram.
Biskupur átók sær fyrst í desember at gra uppskot til semju, og í dag varð endaliga semjan gjørd.
Semjan merkir, at Ólavur Rasmussen ikki kemur aftur í starvið, men hann fær løn í trý ár. Treytin er tó, at fær hann hesi árini aðra løn frá tí almenna, verður hon mótroknað.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna viðgongur, at hetta málið hevur drigið út, men hon sigur, at tað var ikki fyrr enn í november-desember at gera hesa semjuna. Tástaðni kom dokumentasjón fyri, at grundarlag var fyri at loysa Ólav Rasmussen úr starvi.
Kundu ikki gera nakað fyrr
- Tað ber ikki til at koyra ein prest frá uttan at vita, hvat bagir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vil ikki koma inn á grundgevingarnar og umber seg við, at tann parturin av málinum er starvsfólkamál.
So leingi eingin semja var gjørd, hevði Ólavur Rasmussen fullan rætt til at koma aftur í starv sítt, tá ið farloyvið var úti, sigur Helena Dam á Neystabø, sum fegnast um, at málið nú er loyst í sátt og semju.
Í so seint
Tað er Niklas Sigurstein, formaður í kirkjuráðnum í Sandvík eisini.
- Men hetta var nóg so seint, og eg seti stórt spurnartekn við viðgerðina av málinum. Tað hevur einki við Ólav Rasmussen at gera.
- Hví kundi semjan ikki gerast fyrr, tá ið málið nú knappliga kundi loysast eftir stuttari tíð? sigur Niklas Sigurstein.
Hann heldur, at tað hevði verið nógv virðiligari fyri allar partar, um málið varð loyst beinanvegin. Nú angrar hann, at tey ikki trýstu meira á beinanvegin fyri at fáa eina loysn, hvat tað so hevði kostað. Tað hevði eisini havt tann fyrimun, at so hevði avloysarin hjá Ólavi Rasmussen, Símun P. Jacobsen, havt møguleikan at søkt starvið. Nú fær hann starv sum prestur í Sjóar prestagjaldi, har hann verður innsettur sunnudagin.
Kallið í Hvalba verður lýst leyst sum skjótast.
Tað eydnaðist ikki at fáa at vita í dag frá stiftsstjórnini, um farið verður at leita eftir avloysara fyri prest í Hvalba komandi mánaðirnar, ella um hvalbingar og sandvíkingar mugu liva við ongum presti, til starvið verður sett.