Fær løn í tvey ár

Fráfaringaravtalan tryggjar Magna Arge stjóraløn í tvey ár, eftir at hann er farin úr starvi. Stjóraskiftið kostar tí Atlantsflog umleið tríggjar milliónir

Stendur tað til nevndarformannin í Atlantsflog, so fær almenningurin ikki at vita, hvussu nógv føroyska flogfelagið hevur goldið Magna Arge fyri at fara úr stjórastólinum beinanvegin.
Men í gjár skrivaði danska ferðavinnublaðið Travel People, at Magni Arge fær sjey milliónir krónur fyri at fara frá sum stjóri. Talið fór víða um og elvdi til gitingar. Og tá stóð tað ikki longur upp til nevndarformannin, hvørt avtalan skuldi vera loynilig ella ei.
Í dag vátta bæði Niels Mortensen og Magni Arge, at fráfaringaravtalan tryggjar nú fyrrverandi stjóranum løn í tvey ár.
- Fráfaringaravtalan hjá fyrrverandi stjóranum byggir á løn í tvey ár, sum hann hevur rætt til sambært setanarsáttmálanum, sigur Niels Mortensen
Nevndarformaðurin leggur tó samstundis dent á, at tølini ikki verða latin almenninginum, tí talan er um trúnaðarviðurskifti í einum setanarsáttmála og eini fráfaringaravtalu.
- Kortini noyðist nevndin at staðfesta alment, at fráfaringarlønin er nógv lægri enn tær gitingar, Travel People Magazine hevur borið fram, sigur Niels Mortensen.

Lønin
Nevndin í Atlantsflog vil sum nevnt ikki upplýsa upphæddirnar í fráfaringaravtaluni. Men sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fyri 2012 var samlaða inntøkan hjá Magna Arge stívliga 1,6 millión krónur í fjør, alt íroknað. Sambært roknskapinum var sjálv lønin 1.157.000 krónur, eftirlønin var 171.000 krónur og harumframt fekk Magni Arge 230.834 krónur í bonus. Í 2011 var lønin eitt sindur hægri, tí tá fekk Magni Arge 393.258 krónur í bonus.
Hvørki nevndarformaðurin ella nú fyrrverandi stjórin vilja útgreina tølini í fráfaringaravtaluni. Tí er ógreitt, um bonusið til stjóran síðstu árini er við í roknistykkinum.
Men samanumtikið ber til at staðfesta, at fráfaringaravtalan tryggjar Magna Arge umleið tríggjar milliónir krónur næstu tvey árini.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur seg einki hava fingið at vita um innihaldið í fráfaringaravtaluni. Og hann sigur seg heldur ikki hava fingið upplýst, hvat stjóraskiftið kostar Atlantsflog fíggjarliga.
- Eg fái ikki annað at vita enn aðrir partaeigarar, sigur Johan Dahl.