Aleqa Hammond verður forkvinna í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini i grønlendska landstinginum.
Hon bleiv ikki vald í Landstingið á valinum herfyri, men nú Vittus Qujaukitsoq fór í landsstýri, tók hon hansara sess í landstinginum. Flokkur teirra Nunatta Qitornai hevur telvað seg til formanssessin í týdningarmiklu uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini, og tá hon er einasta umboð floksins, verður tað Aleqa Hammond, sum verður forkvinna í flokkinum. Hon situr eisini í Fólkatinginum.
Hon fær tí 41.854 krónur í løn um mánaðin fyri landstingssessin, afturat teimum 719.663 krónunum um árið, sum hon fær fyri sessin í fólkatinginum. Ársløn hennara verður tí beint yvir 1,2 milliónir krónur.
Aleqa Hammond var ómetaliga væl umtókt sum politikkari og fekk heilar 6.818 persónligar atkvøður á valinum í 2013, tað mesta nakar hevur fingið í Grønlandi. Eftir valið bleiv hon eisini fyrsti kvinnuligi landsstýrisformaðurin í Grønlandi.
Í 2014 kom fram, at hon hevði nýtt almennar pengar til at rinda persónligar útreiðslur, og endin var, at hon mátti leggja frá sær og skriva nýval út. Kortini bleiv hon vald í Fólkatingið, tá hon stillaðu upp í 2015.
Í 2016 avdúkaði Ekstrablaðið, at hon hevði misnýtt eitt gjaldskort hjá Fólkatinginum til at rinda egnar útreiðslur. Tá bleiv hon koyrt úr Siumut og tí stillaðu hon upp fyri Nunatta Qitornai á valinum í farna mánaði. Hon fekk einans 171 atkvøður hesaferð, men kortini verður hon verandi ein av týdningarmestu politikkarunum í grønlendskum politikki við nýggja álitissessi sínum.