Fær nýggjan borgarstjóra í august

Tann 8. august verður fundur í Leirvíkar bygdarráði, har umskipan av bygdarráðnum er á dagsskránni

Umskipan

Dánjal Andreasen, ið tók við starvinum sum borgarstjóri í Leirvíkar kommunu, 1. januar 2005, verður væntandi sitandi í hesum starvi til í august, tá ið hann tekur seg aftur sum borgarstjóri.

Ikki stundir
Dánjal hevur boðað frá, at hann sum leiðari á Skipasmiðjuni á Skála, ikki hevur stundir at røkja bæði størvini, og tí hevur hann gjørt av at lata borgarstjórasessin til annan bygdarráðslim. Kortini verður Dánjal, sum fekk flestar atkvøður á seinasta kommunuvali í Leirvík, verandi í bygdarráðnum.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur boðað til fundar í bygdarráðnum, 8. august, og tá verður umskipan av bygdarráðnum á skránni.
Dánjal Andreasen situr í leiðarastarvi á Skipasmiðjuni á Skála og er næsti maður hjá stjórunum, Magnusi Magnusen og Gunnari Mohr.