Um miðdagsleitið fór ein bilur knappliga á rull av einum av niðastu parkeringsbásunum á Skálatrø, men lukkutíð steðgaði ein peli bilinum. Løgrelgan hevur til fánýtis roynt at fingið fatur á eigaranum av einum gráum Saab bili, sum stóð parkeraður í niðastu røð í einum parkeringsbási á Skálatrø.
Eitt vitni sá bilin fara á rull við ongum førara í, og boðaði løgregluni frá. At løgreglustøðini verður sagt, at tað uttan iva er hondbremsan, sum hevur slept,og bilurin er síðani farin á rull.
Bilurin varð tó steðgaður av einum lyktapela, áðrenn hann kundi renna niður á gongubreytina við bátabrúgvarnar á Vestaru vág. Tað var vinstra forhjól, sum rendi í pelan, og eigarin var heppin, at bert smávegis skaði hendi á forskermin.