Fýra daga leikbann

David Jarolim varð róptur »skitni kekki« og tók fast undir rørarnar á Bielefeld leikaranum Markus Schuler

Kekkiski David Jarolim, hjá Hamburger SV hevur fingið fýra daga leikbann, umframt eina bót, áljóðandi 10.000 euro, fyri svínskan atburð um vikuskifti, tá Bielefeld og Hamburger SV møttust í Bundesliguni. Kekkin kom at skeldast við Markus Schuler og Rudiger Kauf hjá Bielefeld, og hann tók undir hjá Schuler. Hann fekk sjálvandi beinleiðis reytt kort fyri tilburðin. David Jarolim hevur accepterað dómin, og sigur at hann varð provokeraður til tað av teimum báðum Bielefeld leikarunum. – Teir kallaðu meg ein skitnan kekka, og eg flippaði út. Kekkin verður saknaður í uppstillingini hjá Hamburger SV, ið kempa um plássið í bestu deildini.