Fýra danir horvnir eftir bátsvanlukku

Norska bjargingartænastan leitar eftir fýra monnum, sum vóru við einum donskum báti, sum holvdist úti fyri Mandal í Suðurnoregi í gjár. Seks mans vóru við bátinum, og tað eydnaðist tveimum teirra at bjarga sær upp á land. Danska løgreglan sigur, at allir menninir eru úr Jyllandi.

Sambært norskum fjølmiðlum skal annar av monnunum, sum sluppu upp á land, hava greitt frá, at tveir av vinmonnunum vóru druknaðir, men tað kunnu norsku myndugleikarnir ikki vátta.

Í morgun hevur norska bjargingartænastan sent eitt flogfar, fleiri tyrlur og bátar at leita eftir teimum fýra monnunum. Tað er rættiliga frískur vindur har á leiðini.

Teir seks donsku menninir, sum eru fyrst í 20´unum, fóru frá landi um middagsleitið í gjár við einum umbygdum týskum bjargingarbáti við 25 hesta leysamotori. Tað eydnaðist tveimum av monnunum at sleppa upp á eitt sker, og annar teirra svam til lands og klokkan ellivu í gjárkvøldið fekk hann boða frá, hvat var hent.