Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvat hendi í sambandi við ein skottilburð í Blair County í amerikanska statinum Pennsylvania seinnapartin.
Sjónvarpið WTAJ sigur, at ein maður skeyt tveir menn og eina kvinnu, og sjónvarpið og aðrir fjølmiðlar siga, at løgreglan hevur skotið byrsumannin.
Sagt verður, at tvy ella trý løgreglufólk eru særd, men at tey eru ikki í lívsvanda.
Tíðindini um skjótingina í Pennsylvania komu, beint eftir at vápnafelagsskapurin National Rifle Association (NRA) hevði hildið tíðindafund í sambandi við skjótingina á skúlanum í Newtown seinasta fríggjadag.