Fýra dystir í Vodafonedeildini

Sjeynda umfar í Vodafonedeildini verður í dag. B36 skal á Toftum verja oddastøðuna, meðan 07 Vestur og B71 bresta saman í botngysara har vestri. Fýra av teimum fimm dystinum í sjeynda umfari í Vodafonedeildini verða leiktir í kvøld. Oddaliðið, B36, eru á vitjan hjá toftamonnum, sum ikki hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. B36 liggur fremst við 14 stigum og hevur ikki tapt í ár, meðan B68 bara hevur fingið fýra stig. Trý av teimum komu á Sandi við stórsigri á B71.

 

Í Sørvági er botnuppgerð millum 07 Vestur og B71. Liðini liggja lið um lið í botninum við ávíkavist tveimum og trimum stigum. B71 fekk fyrstu stigini sunnudagin, tá B71 óvæntað vann á Fløtugerði í Fuglafirði. 07 Vestur hevur fingið síni bæði stig við javnleikum móti KÍ og Víkingi. Seinast 07 Vestur var á vøllinum taptu teir heili 9-0, so tað eru tvey lið við ymiskum fortreytum frá frá vikuskiftinum í bresta saman í kvøld.

 

Í Gundadali fær HB vitjan av Víkingi, sum í ár ætlar sær at bjóða av í stíðnum um FM heitið. Føroyameistarnir frá í fjør hava fingið eina misjavna byrjan upp á kappingina og eru longu úti av steypakappingini. Tí var tað týdningarmikið, at teir reyðu og svørtu fingu trý stig móti EB/Streymi sunnudagin. Víkingur misti óvæntað stig móti 07 Vestur á heimavølli, men kom aftur á sigurskós leygardagin við sigri á B68.

 

Seinasti dysturin í kvøld verður við Margáir, har uppflytarnir úr Klaksvík koma á vitjan. EB/Streymur vóru útróptir sum favorittar undan kappingini og byrjaðu eisini væl. Men seinastu tríggir dystirnir hava bara kastað eitt stig av sær. EB/Streymur er fýra stig aftanfyri B36 og tí skal EB/Streymur helst vinna á KÍ um teir skulu hava fast samband við toppin. KÍ hevur somuleiðis tíggju stig, men hevur ikki sett sær eins høg mál og mótstøðan í dag.

 

Vodafone dystir í dag:

 

HB ? Víkingur 18:00

B68 ? B36 18:30

07 Vestur ? B71 19:00

EB/Streymur ? KÍ 19:00

 

(Kelda www.faroesoccer.com)