Fýra ferð toppur og botnur

TB, KÍ og AB stríðast fyri at sleppa undan svarta per plássinum, sum so at siga er leyst omanfyri 07Vestur. Felags fyri hesi trý liðini er, at tey hesa ferð skulu dystast ímóti liðum, sum bæði sambært støðutalvuni og úrslitunum seinastu ferðirnar mugu roknast at vera greiðir favorittar.
Longu í kvøld skal KÍ í Gundadal at spæla ímóti B36. Hóast tað gongur illa at vinna stig hjá KÍ, so er tað merkisvert, at liðið fýra tær seinastu ferðirnar hevur skorað trý mál tríggjar ferðir og eina ferð tvey mál. Tað vil siga, at tað er í verjupartinum, at tað haltar. Tað man vera sannlíkt, at onkrar skiftingar vera gjørdar hesa ferð.
Hjá B36 er eingin orsøk at skifta fólk. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur talan verið um úrtøku,og í álopinum, sum skal vísa seg ímóti skinklandi KÍ verjuni hava Adeshina Lawal og Lukaz Cieslewicz seinastu ferðirnar verið sera stinnir.
Hóast 5-0 avsmurningin í Streymnesi sunnudagin, so er ÍF framvegis á silvurplássinum. Hesa ferð kemur illa sperda 07Vestur á vitjan.
Dánjal á Lakjuni hevur bíðað eftir kjansinum, er tætt at teimum fyrstu ellivu. Øssur Dalbúð og Jan Ó. Ellingsgaard koma heim úr Danmark. Fritleif í Lambanum er so mikið illa skaddur í beininum, at hann verður ikki førur fyri at spæla aftur í ár.
Hjá 07Vestur er Eli Falkvard Nielsen tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Emil Mikkelsen er so mikið skaðaplágaður, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla.
Mikukvøldið vann Víkingur fyri fyrstu ferð nakrantíð á útivølli ímóti 07Vestur. Víkingarnir vóru sera misnøgdir við seinna gula kortið, sum Atli Gregersen fekk. Miðverjin er leikbannaður ímóti AB, sum hevur allar sínar spælarar tøkar.
Í TB vóru teir ógvuliga vónbrotnir eftir 2-1 tapið í Sørvági. Nú fær TB vitjan av NSÍ, sum mikukvøldið tapti fyri fyrstu ferð síðani á ólavsøku.
-Vit gloyma 2. hálvleik ímóti EB/Streymi og fokusera á næstu avbjóðingina, sigur Heðin Askham.
Tá ið NSÍ í triðja umfari vitjaði við Stórá, var úrslitið málleysur javnleikur.