Fýra FM vinnarar kunnu verða kosnir í dag

Bara í kappingini millum dreingjabátarnar og tíggjumannaførini er eingin heilt greiður favorittur at vinna meistaraheitið

Næstsíðsti kappróðurin í hesum róðrarárinum verður í Miðvági í dag. Talan verður um kapping á knapt eitt túsund metrum, og tað verður ivaleyst bæði tætt og spennandi.
Men longu undan næstsíðstu kappingini tykist tað vera greitt, at tað í dag verður gjørt av, hvør fer at vinna meistaraskapin í fýra av teimum seks kappingunum. Jarnbardur í kappingini millum 6?mannafør við kvinnum og Sílið í kappingini millum 5?mannafør við gentum hava fult stigatal. Jarnbardur er tíggju stig undan Páll Fanga og Riddaranum, og Sílið er níggju stig undan Fípuni Føgru. Tað vil við øðrum orðum siga, at eftir kappingina í dag verður munurin so mikið stórur frá Jarnbardi og Sílinum og aftur til hinar, at eingin teoretiskur møguleiki verður at taka tær aftur á ólavsøku.
Í kappingini millum 6?mannafør við monnum er Smyril heilt væl fyri. Teir hava fimm stig fleiri enn Páll Fangi. Tað vil siga, at tað verður ikki nóg mikið hjá Páll Fanga, um teir vinna bæði í dag og á ólavsøku. Um klaksvíkingar skulu vinna FM, so skal Smyril enda aftari enn nummar tvey, samstundis sum Páll Fangi vinnur báðar kappingarnar. Avrikini fyrr í summar siga, at hetta ikki er sannlíkt.
Í kappingini millum 8?mannaførini er treytin hjá Argjabátinum, at hann skal vinna bæði í dag og á ólavsøku. Um tað eydnast, so verður Argjabáturin FM vinnari. Um tað ikki eydnast, og um Kvívíkingurin stendur seg hampuliga væl, so verður Kvívíkingurin FM vinnari, og tað er møguleiki fyri, at FM heitið næstan fer at koma um Vestmannasund og til Kvívíkar í dag.
Í kappingini millum 10?mannaførini og 5?mannaførini við dreingjum er framvegis stórur spenningur, og hesar kappingarnar verða neyvan avgjørdar í dag. Hóast Fípan Fagra ikki hevur vunnið síðani á Skálafjørðinum, so eru klaksvíksdreingir framvegis á odda, men teir eru í harðari kapping við Blik, sum ikki enn hevur vunnið í ár, og við Sílið, sum hevur vunnið báðar kappingarnar, síðani teir vórðu kolldømdir á Skálafjørðinum.
Hjá 10?mannaførunum er púra opið. Eysturoyingur er framvegis fremstur, men munurin til Vestmenningin, sum vann í Vági, og Havnarbátin, sum í vikuni hevur verið í Miðvági og vant, er bara trý stig, og tað er einki at tosa um, tá havt verður í huga, hvussu stór kappingin hevur verið í summar. Klaksvíkingur hevur eina ferð verið nummar tvey í summar. Teir í Klaksvík droyma um at vinna ein 10?mannafars róður fyri fyrstu ferð í 32 ár. Nú eru bara tveir møguleikar eftir í ár.
Undir øllum umstøðum er lagt upp til sera spennandi kappróður seint seinnapartin í dag.