Fýra kvinnur í Smiðjuni

Fríggjadagin tann 18. juli, kl. 15.00 letur spennandi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við Susanne Hansen úr Esbjerg og Mary Strøm, Elsu Zachariasen og Birgit Kirke allar úr Havn. Tær sýna fram málningar og skulpturar. Málningarnir eru bæði abstraktir og naturalistiskir, har arbeitt er við strukturi og formum í akryl. Tað at Mary, Elsa og Birgit eru ættaðar úr Føroyum sæst aftur í málningunum. Skulpturarnir er lívsmyndir gjørdir úr endurnýtslutilfarði. Framsýningin er opin til og við týsdagin 22. juli. Allar dagar er opið frá kl. 12.00 - 18.00.