Fýra lið á odda

Rættiligur spenningur er í 1. deild hjá monnum. Fýra lið - TB, VB/Sumba, B68 og FC Hoyvík hava 9 stig hvør í oddinum. B71 er komið fyri seg, aftaná tvey tap tey fyrstu tvey umførini. Hesa ferð vann FC Hoyvík 3-1 á tB, sum annars var einsamalt oddalið. VB/Sumba vann 3-2 á Skála, sum enn einki stig hevur fingið. B71 hevur fingið glið, og um vikuskiftið vunnu teir 1-0 á Víkingi. Á Toftum vann B68 stórsigur, 5-1, móti NSÍ, og í Miðvági vann HB 4-1 móti MB.