Førarahundur sum hjálpitól

Tveir nýggir førarahundar fara skjótt at leita sær leiðina til Føroya. Tveir eru her frammanundan, og hevur John Pedersen frá Førerhundordningen hjá Dansk Blindesamfund verið í Føroyum seinastu dagarnar og kunnað um hetta

Fyri at fáa ein førarahund skalt tú ikki kunna brúka sjónina hjá tær. Men tú skalt klára at ganga runt í býnum við hvíta stavinum og klára teg á tann hátt. Ja, krøv fylgja við um tú skalt hava ein førarahund, sum kostar 140.000 krónur, eins nógv og ein hampuligur bilur.
Førarahundarnir, sum koma til Føroya eru úr Danmark, og er tað Førerhundordningen hjá Dansk Blindesamfund, sum syrgir fyri tí.
John Pedersen hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum fyri at kunna um hundarnar, tí tveir hundar eru væl á veg til Føroya.
? Hann er komin her bæði tí tað er bíligari hjá teimum at koma upp í eina viku enn at senda tvær familjur til Danmarkar til kunningar, og so eisini tí vit eru nógv onnur, sum ynskja meira vitan um førarahundar, sigur Karin Kass, leiðari á Blindastovninum.
Tað er nógv sum skal roynast ígjøgnum. Tann, sum skal hava hundin skal royna at ganga við einum hundi, og so verður farið niðuraftur at kanna, hvat fyri hundur er best egnaður til viðkomandi.
Ein førarahundur kostar, sum sagt, 140.000 krónur, men hetta kemur undir játtanina til hjálpitól, og tí er tað ikki ein upphædd, sum ein familja skal út við, um ein familjulimur hevur tørv á einum hundi.
? Vit onnur, sum síggja, eiga eisini at hava fyrivarni fyri hundunum. Tað er munur á, nær hann er til arbeiðis, og nær hann ikki er. Um hildið verður í boylanum, so er hann til arbeiðis, og tá skulu onnur ikki fara yvir at klappa honum ella rópa á hann, greiðir Karin Kass frá.
? Nógv halda, at tað er hundurin sum sær alt, og stýrir øllum, men tað er tann blindi, sum skal gera tað.
Bíðitíðin hjá Førerhundordningen er í løtuni á tveir til tríggjar mánaðar, og meta tey, at hetta er lítið í mun til onnur lond, har bíðitíðin er nógv longri.