Førarar rýma frá ferðsluóhappum

Í vikuskiftinum stóð ein áheitan frá løgregluni í Sosialinum til allar bilførarar um at geva seg til kennar, um teir hava verið við í einum ferðsluóhappi. Tíverri sær tað ikki út til, at áheitanin hevur rinið við hjá øllum

Í gjár vóru tvey ferðsluóhapp, har ið annar førarin rýmdi uttan at geva seg til kennar. Tað fyrsta hendi fyrrapartin í gjár í Kongagøtu, tá ið ein bilførari rendi í ein annan bil. Bilførarin koyrdi avstað uttan at geva seg til kennar.
Á middegi hendi tað sama umaftur. Ein førari rendi á ein annan bil á Tinghúsvegnum og rýmdi. Men hesaferð hevði ein kvinna, sum arbeiðir á einari skrivstovu beint við, sæð allan tilburðin og skrivað nummarplátuna niður. Viðkomandi kann tí vænta sær eina bót frá løgregluni.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk rýma frá ferðsluóhappum.
 Vit vilja fegin undirstrika, at tað er revsivert at rýma frá ferðsluóhappum. Nú tað hevur vundið uppá seg, kunnu vit vænta, at fútaskrivstovan slær hart niður á tað og ger brúk av teimum paragraffum, sum eru, sigur vakthavandi.
Nógvur vindur gjørt skaða á bilar
Tó eru tað ikki øll, sum rýma, um tey hava gjørt skaða á ein bil. Ein maður hevði í gjár lagt ein seðil undir viskaran á einum bili, tí at hurðin á hansara bili var fokin av í vindinum og hevði gjørt skaða á ein annan bil.
- Um tú hevur skøvað, buglað ella gjørt annan skaða á ein bil, skalt tú boða føraranum frá. Um hann ikki er hjástaddur, kanst tú leggja ein seðil undir viskaran, so hann kann seta seg í samband við teg, sigur vakthavandi.
Ein bilur í Kollafirði fekk skaða í dag, tá ið ein kontainari var fokin á hann. Løgreglan var á veg út á staðið, tá ið hetta blaðið fór til prentingar, og tí kundu teir ikki siga nakað meira nágreiniligt um hendingina.