- Í løtuni eru 115 ítróttafeløg skrásett undir teimum 16 sersambondunum undir ÍSF, og vit hava í dag einar 12.000 limir, harav tey flestu eru íðkandi. Harvið er ÍSF nógv tann størsti felagsskapur í landinum.
Tað sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, sum heldur, at vit alla tíðina eiga at stremba eftir at betra um viðurskiftini hjá okkara ítróttafólkum.
- Tí fegnist eg eisini um, at rættilig gongd aftur er komin á arbeiðið við at útbúgva venjarar og leiðarar, sigur hann.
Venjaraútbúgvingin er ætlað teimum, sum ynskja at førleikamenna seg sum venjarar. Hetta kunnu vera íðkandi, virkandi venjarar, hjálparfólk ella foreldur, ið ynskja at økja sær um venjarakunnleikan.
- Málið hjá ÍSF við at bjóða felags ítróttaástøðiliga útbúgving er, at sersambondini við hesum hava møguleika fyri at bjóða limunum á skeið. Málið er somuleiðis at lætta um hjá sersambondunum, soleiðis at tey kunnu nýta sína orku til at skipa fyri skeiðum um teknikk og annað, sum er serligt fyri teirra ítróttagrein.
Petur Elias Petersen vísir á, at í ?størri høpi er málsetningurin at útbúgva venjarar og harvið at tryggja dygdina á tilboðunum, sum sersambondini bjóða sínum íðkarum. Í framtíðini er ynskiligt við fleiri góðum og hugkveikjandi venjarum.
Hann leggur aftrat, at ÍSF eisini skipar fyri skeiðum fyri nevndarlimum og øðrum, ið standa á odda fyri feløgunum.
- Við hesum verður hugsað um, hvussu feløg verða skipaði og rikin, um uppseting av roknskapi, og hvat lóggávan sigur um eitt nú mvg, skatt, ferðaendurgjald og tílíkt.
Petur Elias Petersen sigur, at ÍSF framhaldandi fer at vísa á týdningin av at útbúgva fólk í feløgunum til stórt gagn fyri nærumhvørvi og ítróttina.