Føroya besti dómari: 3-1 til Italia

Okkara altjóða dómari, Petur Reinert, væntar, at Føroyar fara at fáa ein sera truplan dyst í morgin, tá ið sjálvi heimsmeistarin kemur á vitjan.

- Teir koma ikki til Føroya fyri at undirhalda okkum. Teir koma her eftir sigrinum, og við teirra klassa kunnu teir eisini lættliga fáa hann, sigur Petur.

Føroyska liðið hevur áður framt megnarúrslit ímóti stórum fótbóltstjóðum, men hetta væntar hann ikki fer at henda í morgin.

- So skal hvør einstakur føroyskur leikari leika yvir sítt besta, umframt at allar umstøður mugu falla til fyrimun okkara, heldur Petur.

 

Tá ið dómarin úr Leirvík verður nærgingin av spurninginum, um hvat hann heldur úrslitið fer at verða, er hann avgjørdur.

- 3-1 til Italia. Teir eru ikki komnir higar fyri at hølva okkum av, men bara fyri at fáa sigurin í hús. Eg vænti tó at vit fáa eitt mál. Eg veit ikki hvar tað skal koma frá, men eg vænti tað kemur, sigur Petur Reinert at enda.