Føroya Bjór vann kapping um besta páskabryggið

Annað árið á rað vann Føroya Bjór greitt kappingini um besta páskabryggið, sum Selskab for Vestjysk Ølkultur skipar fyri

72 limir í Selskab for Vestjysk Ølkultur settu sær sum mál herfyri at royndarsmakka níggju ymisk páskabryggj anno 2004 fyri at finna ársins páskabryggj.
Talan var um blindsmakking, so at metingin skuldi verða so óheft, sum gjørligt. Ølið var einans mett út frá lukti, liti, smakki og eftirsmakki.
Úrslitið var, at Føroya Bjór Páska Bryggj var greiður vinnari.
Hetta er triðju ferð, at føroyska ølið var millum smakkiroyndirnar hjá Selskab for Vestjysk Ølkultur. Fyrstu ferð var í 2002, og tá var Føroya Bjór kosið næstbesta ølið, men eisini í 2003 varð Føroya Bjór greiði vinnarin.
? Tað er bara ein vansi við føroyska páskabrygginum. Tað er ikki at fáa til keyps her á leiðini, sigur formaðurin í Selskab for Vestjysk Ølkultur, Jan Larsen í Vinderup.
Hini páskabryggini, sum vóru við í kappingini, vóru Albani Påskebryg, Cars Påske hjá Carlsberg, Påske Beer hjá Hancock, Harboes Påskebryg, Alm. Påskebryg hjá Thisted Bryghus og Kylle Kylle hjá Tuborg.