Undir hesum teigi í blaðnum nakað herfyri greiðir Birgar frá um gamla biografin hjá Dia Bø í Tórsgøtu, Føroya fyrsta biograf, sum hann nevnir hann, og sum vit eldru hava so livandi minnir um. Men lesandi henda stubba datt mær í huga, at kanska átti eg at skoytt nakað uppí um hesi viðuskifti, sum mamma fortaldi okkum frá sínum barnaárum í Vestmanna.
Í heiminum uppi á Heygum eins og á handilsvirkinum niðri á Heyganesi streymaði fólk til og frá í vælmaktsdøgunum hjá abba okkara Ólavi á Heygum. Ólavur var maður við fjølbroyttum og impulsivum lyndi. Einaferð var norðmaður komin framvið at vísa fólki ljósbíløt. Um hann kom av sínum eintingum, ella um abbi, sum í sambandi við sínar hugsjónir og ætlanir um el-útbygging í Føroyum hevði nógv samband við Noreg, hevði elvt honum til at koma, veit eg ikki. Men hetta á einum lørifti at kunna síggja myndir og hendingar uttan úr heimi hugtók fólk so nógv, at abbi gjørdi stutt av og keypti tólini frá norðmanninum. Eftir hetta kundu nú vestmenningar meira og minni regluliga fara í biograf, um tað so hevur verið í skúlanum, í onkrum pakkhúsrúmi á Heyganesi ella kanska í stovuni "har Frammi", har sum bygdafólkið kundi samlast til ymisk serhøvi.
Johannes Didriksen, vanliga kallaður Hvítanes-Jóannes, var tiltikin hegnismaður, fyrst og fremst jarnsmiður, men eisini handverkaligur álitismaður í bygdini í so mongum øðrum førum. Hann fekk nú eisini tað upp í hendur at passa myndatólið. Mamma greiddi frá, hvussu hugnaligt og stuttligt tað var hjá teimum børnum at savnast til hesar myndasýningar, og ikki minst var tað skemtiligt, tá ið brendi saman og slitnaði, og Hvítanes-Jóannes mátti brúka allar snildir at fáa tað at mala aftur.
Tá ið hóttafall kom á virksemið hjá abba - ikki minst av øvund og persónligum ágangi og forfylging vegna hansara tjóðskaparligu hugsjónir - , fall so mangt niðurfyri har í umhvørvinum, eitt nú hetta at ljósmyndasýningarnar hildu uppat. Abbi hevði nógv samband við vinmannin Jóannes bónda í Kirkjubø. Kanska var tað tann vegin, at Dia úti á Bø var komin í arbeiði hjá honum. Veit onki meira um hesar umstøður; men mær er nú sagt, at Dia, sum mín heimildarmaður meinti at hava verið á landbúnaðarskúla, var m.a. óførur at handfara ross til pløgingar, sum ikki var vanligt tá. Bragdligur maður skuldi hann vera, og hann gjørdist tá eisini fyristøðumaður í arbeiðinum at fáa lagt telefonsamband út um landið - abbi fekk jú fyri egna rokning lagt fyrstu telefonlinjuna í Føroyum úr Vestmanna til Havnar og hevði tey fyrstu árini hesa koncessión um hendur. Eftir hesa samvinnu við Ólav bónda fekk Dia so eisini tað burturúr, at hann kundi flyta kykmyndatólini við sær úr Vestmanna til Havnar og byrja sýningar í Tórsgøtu.
Áhugavert er at skoyta uppí, at tá biografurin "Dia Bø" í Tórsgøtu varð niðurlagdur, og Sjónleikarhúsið fekk hetta biografloyvi í 1947, komu gomlu myndatólini aftur til Vestmannar. Tað var Ásmundur á Rógvu, sum tá fór undir myndasýningar í Dansistovuni har í bygdini. Og hevur onkur hug at hóma aftur á henda tátt í Vestmanna søgu, so eru tólini í dag til skjals á Vestmanna Bygdarsavni.
Mangt og hvat kundi verið at fest á blað um merkismannin Ólav á Heygum í Vestmanna. Høvi var fram til fyri 10-15 árum síðan at komið á tal við fólk, sum høvdu kennt Ólav bónda. Hetta høvið varð tíverri ikki nóg væl nýtt - kanska eisini tí, at hansara lagna var ein so sár søga at nema við. Men um onkur, lesandi hesar reglur, skuldi komið í huga um okkurt áhugavert um mannin - tað kann vera bæði til tað positiva og tað negativa, tí hann var ein kontroversiellur persónur - ella kanska hevur okkurt aktuelt skjal liggjandi - abbi hevði m.a. handilssamband við so nógvar bygdir -, so hevði eg verið takksamur at frætt um tað. Mín telduáskrift er [email protected], telefonnummarið er 31 18 19 og bústaðurin Heiðavegur 18 í Havn.
Ólavur Hátún