Í samband við Føroya heitasta harmonikutreff, sum Harmonikufelag Føroya og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri í Fuglafirði 2.-4. september, er høvi eisini at vinna tvey vikuskiftisarmbond.
- Tað er ógvuliga lætt at vera við í hesi kapping, sigur Sólgerð Andreassen, forkvinna í Harmonikufelag Føroya. Tú fert bara inn á Facebook-síðuna hjá Harmonikufelag Føroya og dámar og deilir myndina av plakatini, sum er har - og skrivar títt navn niðanfyri.
Sólgerð Andreassen sigur, at vinnarin av kappingini verður funnin týsdagin 30. august.
Forkvinnan í Harmonikufelag Føroya sigur, at samstundis, sum harmonikutreff á triðja sinni verður í Fuglafirði, fara fuglfirðingar eisini at stovna harmonikufelag.
- Føroya heitasta harmonikutreff verður eins og undanfarin ár eitt stórt og ikki minni gott tiltak, har nógvar góðar kreftir, bæði føroyskar og útlendskar, verða við. Harmonikutreffið er eisini við sum partur av mentanardøgunum, sigur Sólgerð Andreassen.
Mentanardagar verða í Fuglafirði við rúgvusmiklari, fjølbroyttari og forvitnisligari skrá í døgunum, 30. august til 4. september.