Eitt av teimum stóru feløgunum, sum hava verið við í øllum trimum útbjóðingarumførum í Føroyum er StatoilHydro. Tað var við bæði í 1. útbjóðingarrundu í 2000, í næstu í 2004 og nú í tí triðju í 2005. StatoilHydro er eisini virkið beint hinumegin føroyska markið, har teir m.a. vóru við til at finna Rosebank fundið, sum bert liggur einar 8 fjórðingar frá tí føroyska markinum. Vit hava spurt Rúna M. Hansen, hví StatoilHydro er so áhaldandi:
-Føroyska økið er rættuliga stórt, og enn hava vit lutfalsliga lítla vitan um hetta økið. Men við tí vitan vit hava, so halda vit, at tað er vert at halda áfram.
Rýma ikki
-So tit rýma ikki úr økinum, sjálvt um olja enn ikki er funnin í rakstrarverdugum nøgdum ?
- Eg kann kanska siga tað á ein annan hátt, at vit - løgið nokk - framvegis halda, at økið er ov gott til at rýma frá. Vit hava nýtt nógva orku og pening uppá økið higartil. Tað verða tó nógv ár, áðrenn hetta kemur at gjalda seg aftur, men tað eru vit heilt greið yvir. Hinvegin, so vóna vit, at tað fer at betala seg aftur, og tí hava vit valt at halda áfram. Bert tíðin kemur at vísa, um vit fáa rætt ella ikki. Men vit hava valt at taka váðan - og tað er ikki óvæntað ein kalkuleraður váði, sum tað onkuntíð poppulert verður sagt.
Savna vitan
-Hava tit meira vitan um økið enn fleiri av hinum feløgunum ?
- Tað veit eg ikki. Vit vita hvørja vitan vit hava, og við tí vitanini halda vit fram. Vit hava sum fyristøðufelag borað tveir brunnar á Føroyaøkinum. Tann seinna vit boraðu, var á basaltinum. Tað var ein stór avbjóðing at fara undir tann brunnin, tí vitanin og royndirnar at bora ígjøgnum basalt var sera lítil. Men tað gekk sera væl. Áðrenn hetta høvdu vit tvær høvðusavbjóðingar á Føroyaøkinum: tað jarðfrøðisligu og so tað at bora ígjøgnum basalt. Í dag síggja vit ikki tað at bora ígjøgnum basalt, sum ta heilt stóru avbjóðingina. So her er ein stór menning farin fram síðani ta fyrstu útbjóðingarrunduna. Tá hildu øll oljufeløgini seg langt burtur frá basaltøkinum, og vóru bert í landsyninghorninum. Í dag hava vit flutt okkum longur norður inn á basaltøkið, og tað er hetta økið, sum vit ætla at kanna nærri.
Rosebank
-Tit eru eisini við í Rosebank fundinum, sum eisini liggur norðalaga heilt upp at føroyska markinum. Er tað tann vitanin, sum ger, at tit framvegis eru spent uppá Føroyaøkið?
- Tað er positivt við Rosebank fundinum. Ta vitanina brúka vit eisini í hesum sambandinum, umframt aðrar brunnar bæði føroysku megin og bretsku megin markið. Ja faktist yvir alt Atlantsmótið ella Atlantic Margin, sum vit plaga at siga. Statoilhydro hevur sera nógv virksemi í hesum norðara partinum, og vit royna at byggja á okkara royndir vit hava her.
-Væntar tú, at olju finst í rakstrarverdugum nøgdum í Føroyum ?
- Tað kemur bert tíðin at vísa. Vit vita tað ikki enn, men sum sagt, vit halda framvegis at møguleikin er har.