Føroya Rættur skal viðgera sama mál fyri triðju ferð

Fyrstu ferð doyði dómarin og nú hevur Eystari Landsrættur ógilda dómin frá aðru viðgerð. Tí skal málið fyri í Føroya Rætti á triðja sinni.

 

Ein maður varð í novembur mánað dømdur fyri millum annað at hava gjørt upptøkur í rættarhølinum og tikið myndir av nevningunum í sonevnda Piddamálinum. Harumframt varð hann dømdur fyri at hava gjørt einum vitni ónáðir.

 

Niðurstøðan hjá Føroya rætti var, at bæði nevningar og vitni skulu verjast. Tey skulu vera trygg, at teirra luttøka í einum rættarmáli ikki skal fylgja teimum, tá málið er liðugt.

 

Maðurin varð harumframt dømdur fyri fleiri brot á vápnalógina. Hann fekk ein treytaðan dóm í tríggjar mánaðir, umframt, at hann skuldi rinda sakarmálskostnaðin. Hann varð eisini dømdur fyri brot á vápnalógina og ferðslulógina.

 

Hetta var aðru ferð, at málið var fyri í Føroya rætti. Fyrru ferð doyði dómarin áðrenn dómurin varð sagdur, so hóast málið var liðugt viðgjørt, mátti alt málið takast upp til nýggja viðgerð. Í dóminum frá novembur var tí gjørt greitt, at maðurin skuldi rinda fyri bæði rættarmálini. Upphæddin fór tí at tátta í milliónina, bleiv mett.

 

Nú skal málið so fyri Føroya rætt á triðja sinni. Eystari Landsrættur viðgjørdi eina kæru frá verjanum hjá manninum. Verjin hevði kært, at dómarin hevði tikið málið upp til viðgerð, hóast ákærdi ikki var til staðar og verjin hevði eina læknaváttan, sum segði, at ákærdi ikki var í rættari sinnisstøðu til at taka lut í einum rættarmáli móti sær.

 

Í Føroya rætti avvísti dómarin læknaváttanina og avgjørdi at lata málið koyra. Hann metti, at ákærdi maðurin var at meta sum rýmdur frá rættarmálinum og tí kundi málið halda á. Verjin valdi at kæra, tí eftir hansara tykki er tað ein grundleggjandi partur av rættartrygdini hjá fólki, at ákærdu í størst møguligan mun eru til staðar, tá málið verður viðgjørt.

 

Eystari Landsrættur valdi at enda at geva verjanum viðhald í kæruni. Málið skal tí aftur til viðgerð í Føroya rætti. Harumframt avgjørdi Eystari Landsrættur, at statskassin skal rinda sakarmálskostnaðin fyri tey bæði fyrru rættarmálini. Í so máta hevur Eystari Landsrættur spart manninum eina rættiliga stóra peningaupphædd, hóast hann má rinda sakarmálskostnaðin fyri triðju viðgerðina, skuldi hann verið funnin sekur aftur.