Føroya Sosialráðgevarafelag mótmælir skattalættanum

Nevndin í Føroya Sosialráðgevarafelag hevur í dag sent út mótmælisskriv, har fýlst verður, at skattalætti ikki kemur teimum til góðar, ið vinna minni enn 170.000 krónur um árið.

Skrivið er soljóðandi:
 
Viðmerking frá Sosialráðgevarafelag Føroya til skattalættan hjá samgonguni
 
Tað bæði undrar og harmar Sosialráðgevarafelag Føroya alsamt, at livistøðið hjá teimum, ið vinna minst versnar sambært kanningini hjá Fíggjarmálaráðharranum. Hetta hóast vit hava eina samgongu, sum hevur givið lyftið um skattalætta og búskapurin hevur tað gott (sambært nýggju frágreiðingini hjá Johnny í Grótinum, fráfarandi formanni í Búskaparráðnum).
Dømið hjá Fíggjarmálaráðnum tekur støðið í, at persónurin hevur eina inntøku upp á 170.000 kr. árliga. Sum ugga nevnir Fíggjarmálaráðharrin, at myndin er ein heilt onnur, um fólk vinna 200.000 kr. árliga. Tá fær ein nevniliga nakað burturúr.
Álvaratos!!!! Hetta er barasta ikki nóg gott, harra fíggjarmálaráðharri!!!!
Trupulleikin er júst hann, at tosa vit um fólk, sum t.d. eru tímalønt, fáa sjúkradagpening ella veiting frá ALS er eingin møguleiki at koma upp um tær 170.000 kr árliga, við at tey maks kunnu fáa uml. 155.000 kr. árliga.
 
Vónin er, at skattalættin eisini - ella heldur - kann vera til teirra, sum hava hann fyri neyðini, og er tað ikki júst tey, sum frammanundan eru sperd, hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, tí inntøkan er minni enn tær 170.000 kr. árliga?
 
Er tíðin nú ikki búgvin til, at vit, í einum sonevndum vælferðarsamfelag, tryggja at livikorini, eisini hjá teimum lægst løntu í samfelagnum, gerast betri.
Við ynski um eitt samfelag við størri tolsemi og javnari býti, vænta vit skjótt ein skattalætta til tey lægst løntu.
 
Blíðar heilsanir
Nevndin í Sosialráðgevarafelag Føroya