Tað slepst ikki undan, at tá ið vit í Føroyum tosa um sterkar menn, so er tað fyrst og fremst tað eina navnið, sum kemur okkum øllum í hug, og tað er Regin Vágadal, sum hevur givið Føroyum og føroyingum so ómetaliga nógva og góða umrøðu uttanlands.
Bar ikki til á ólavsøku
Tey trý undanfarnu árini, sum skipað hevur verið fyri at gerast Føroya Sterkasti maður, hevur kappingin altíð verið um sjálva ólavsøkutíðina, men hetta bar ikki til í ár. Orsøkin var einfalt tann, at Int. Promotion, sum skipar fyri kappingini, á ólavsøku í ár skipaði fyri einum øðrum og nógv størri tiltaki, nevnliga væleydnaðu kappingini um The Atlantic Giant 98, og tað er lítið at ivast í, at áhugin fyri kappingini um at gerast Føroya sterkasti ikki hevði verið so stórur tá.
Seinastu árini hevur um jólini altíð verið skipað fyri smærri kappingum við Regini Vágadal og onkrum sterkum manni uttanlanda frá, og hava hesar verið sera væleydnaðar. Fyrsta árið dystaðist Regin móti Magnusi Ver Magnusson, og í fjør var so danin Flemming »Guffi« Rasmussen eisini her heima á klettunum og royndi seg í kapping við Regin og Magnus.
Í ár hevur leiðslan í Int. Promotion so valt at gera kappingina um at gerast Føroya Sterkasti Maður ístaðin fyri eina kapping við onkrum sterkum manni úr útheiminum. Lýst hevur verið við, at áhugaðir luttakarar til kappingina kundu tekna seg, og nú stendur so klárt, at tað verða seks mans, sum fara at taka lut í kappingini.
Luttakararnir
Teir seks, sum fara at taka lut í kappingini, eru hesir: Victor Andreasen úr Havn, Hans Jákup Berg úr Havn, Gunnar Hansen úr Kollafirði, Jákup Jacobsen úr Havn, Tummas Kjærbo úr Skopun og Regin Vágadal úr Havn.
Umframt Regin sjálvandi, so hava Hans Jákup, Gunnar og Tummas roynt seg í kappingini fyrr, meðan Victor og Jákup enn eru nøkur óskrivað bløð. Tað kann tó vera vert at nevna, at tá ið SMS fyri nøkrum árum síðani skipaði fyri eini opnari kapping í sjómanstaki, var tað Jákup Jacobsen, sum vann kappingina.
Teir seks luttakararnir fara at verða stýrdir av einum hørðum, men royndum dómara í kappingini, nevniliga íslendska risanum Magnusi Ver Magnusson.
Aftrat Magnusi verður tað so Hilmar Jan Hansen, sum fer at siga frá, so at áksoðararnir fáa fylgt betur við í tí, sum fer fram. Hilmar Jan fer eisini so hvørt at siga frá støðuni í kappingini.
Venjingarnar
Teir seks luttakararnir skulu royna seg í seks ymiskum venjingum, áðrenn avgerðin um, hvør ið kann kalla seg Føroya Sterkasta Mann 1998, er fallin.
Tann fyrsta av teimum fimm venjingunum verður, eins og tað var í The Atlantic Giant 98, millwalk, har tað snýr seg um at ganga, so ofta sum gjørligt, í kring við eini stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni.
Næsta venjingin verður at halda einum luti, sum vigar 20 kilo, í strektum armi so leingi sum gjørligt. Hetta er ein ógvuliga tung venjing, har luttakararnir møðast rættuliga skjótt.
Seinasta venjingin áðrenn steðgin verður deadlift. Vanliga hevur tað verið so, at tá ið kappast hevur verið við deadlift í Føroyum, so hevur tað snúð seg um at lyfta so nógv sum gjørligt, men soleiðis verður ikki hesaferð. Ístaðini skulu luttakararnir lyfta 200 kilo í deadlift so ofta, sum teir megna.
Eftir at áskoðararnir hava mýkt sær láturvøddarnar til undirhald frá danska búktalaranum Preben Palsgaard, verður farið undir tær báðar seinastu venjingarnar.
Tann fyrra av teimum verður logg-lift. Her skulu 80 kilo lyftast so ofta, sum tann einstaki luttakararin megnar.
Í teirri fimtu og seinastu venjingini verða tað beinleiðis dystir millum luttakararnar. Tá skulu teir tveir og tveir kappast móti hvørjum øðrum í sokallaðari loading-event. Hetta fevnir um, at tað eru tvær breytir, har tað stendur ein høgur pallur í øðrum endanum, meðan tað í hinum endanum standa seks kaggar við Føroya Bjór øli, ið viga 100 kilo hvør. Luttakararnir skulu so bera kaggarnar yvir í hin endan og lyfta teir upp á tann høga pallin. Hendan venjingin var eisini við í The Atlantic Giant 98, og ikki kann sigast annað, at hetta er ein av teimum heilt áskoðaravinarligu venjingunum, í mun til eitt nú deadlift.
Regin favorittur
Tað er einki yvir at dylja, at Regin Vágadal er stórfavorittur til at vinna kappingina, men tað verður tó spennandi at síggja, hvussu ið hinir fara at standa seg.
Nógvir síggja Victor Andreasen sum eitt ungt og spennandi navn, ið kann gera ein vørr, meðan aðrir eru forvitnir eftir at vita, hvussu tað liggur fyri hjá Hans Jákupi, sum er búsitandi í Danmark, har hann arbeiðir sum fangavørður.
Bæði reiður peningur og uttanlandaferð er til vinnaran av kappingini, men eingin av luttakarunum fer tómhentur aftur til húsa, tí at allir luttakararnir fáa eina samsýning fyri at taka lut í kappingini.
Kappingin byrjar í ítróttarhøllini á Hálsi 3. jóladag klokkan 16.00, og hon fer væntandi at taka umleið tveir tímar at verða avgreidd. Atgongumerkini, sum longu nú fáast í forsølu, kosta 50 krónur fyri børn og 150 krónur fyri vaksin.