Terji Nielsen
Tað eydnaðist ikki nøkrum av teimum fimm avbjóðarunum at gera nakað við Regin Vágadal í seinnu hálvu av kappingini leygardagin. Endin var nevniliga tann, at Regin enduvann heitið sum Føroya sterkasti maður.
----
Sum vit skrivaðu í blaðnum fríggjadagin, so var spenningurin undan kappingini um at gerast Føroya Sterkasti Maður í ár rættuliga stórur, og tær fýra kappingargreinarnar, sum vóru leygarmorgunin niðri á Viðarnesi og við Skipasmiðjuna, hava eisini prógvað, at tað eru fleiri av hinum luttakarunum, sum kunnu hótta Regin Vágadal, ið annars hevur verið einaráðandi í Føroyum, tá ið tað kemur til styrkiskappingar.
Jákup fekk bestu byrjanina
Fyrsta kappingargreinin í morgun var barrell hold, har luttakararnir hildu einari 200 kilo tungari oljutunnu í hvørjari hond, og heldur óvæntað var tað Jákup Jakobsen, sum vann hesa kapping. Jákup helt tunnunum í 19,4 sekund, meðan Regin Vágadal helt teimum í 18,7 sekund og endaði sum nummar tvey, bert 0,1 sekund framman fyri Sámal J. Hansen á triðjaplássinum.
Sàmal var skjótastur at koppa hjólinum
Eftir at menn høvdu hildið tunnunum á økinum, har sum havnarmenn vanliga taka grind upp, fóru luttakararnir og tann hampuliga stóra áskoðarafjøldini stutta gongutúrin niðan á parkeringsøkið millum Bacalao og Skipasmiðjuna, har tvær tær næstu kappingarnar fóru fram. Fyrst var tað wheel flip, sum stóð á skránni, og hetta gjørdist ein spennandi kapping. Luttakararnir kappaðust tveir og tveir í hesari grein, og seinasta parið at royna seg vóru júst Regin Vágadal og Sámal J. Hansen, og dysturin teirra millum var einastandandi spennandi. Úrslitið gjørdist at Sámal var 0,2 sekund framman fyri Regin, og tíðirnir hjá teimum vóru nógv tær bestu. Beint aftaná fóru menn at draga ein stóran lastbil, og her var Regin skjótastur, meðan Sámal gjørdist nummar tvey. Bara Regin, Sámal og Jákup megnaðu at toga lastbilin alla breytina, sum var sett av til kappingina Seinasta kappingin fyrrapartin var rættstøðulyft, og ikki óvæntað vann Regin hesa kapping. Hann lyfti 300 kilo, meðan Gunnar Hansen lyfti 280 kilo, Sámal J. Hansen og Tummas Kjærbo lyftu 260 kilo, meðan Hans Jákup Berg og Jákup Jakobsen lyftu 220 kilo.
Støðan áðrenn kappingina í kvøld
Samlaða støðan áðrenn farið verður undir seinnu og avgerandi helvtina av kappingini, sum verður í kvøld, er henda: Nr. 1 Regin Vágadal við 22 stigum, Nr. 2 Sámal J. Hansen við 18,5 stigum, Nr. 3 Gunnar Hansen við 15 stigum, Nr. 4 Jákup Jakobsen við 13,5 stigum, Nr. 5 Tummas Kjærbo við 9,5 stigum og Nr. 6 Hans Jákup Berg við 5,5 stigum.
Kappingin í kvøld verður sum sagt í ítróttarhøllini á Hálsi, og byrjað verður klokkan átta.