Føroya stuttligasta fiskikapping

Leygardagin 26. februar skipar borðtennisfelagið Nykur fyri eini sera stuttligari fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum. Hetta er aðru ferð, at borðtennisfelagið Nykur skipar fyri eini fiskikapping, og í fyrru kappingini, sum var í august síðsta ár, vóru fleiri enn sjeyti luttakarar. Tá var bara loyvt at fiska við tráðu á eysturarminum á Skálafjørðinum, av Neshamri á Nesi og inn á Skipanes.

Hetta gjørdist ein rættiligur familjudagur, har bæði vaksin og børn luttóku í kappingini. Meðan fólk fiskaðu við havnaløg og á ymiskum plássum kring um við klettin, koyrdu fólk út við kaffi og sunkist til luttakararnar.

Í kappingini hesaferð, sum verður leygardagin 26. februar, verður loyvt at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strondum.

Nógvir ymiskir vinningar verða at vinna og fólk, sum luttaka, hava høvi at vinna í ymiskum kappingum.

Talið av vinningum verður 15 og størsti vinningurin, sum borðtennisfelagið Nykur higartil hevur ognað sær, hevur eitt virði av umleið 2.000 krónum.

Teir ymisku vinningarnir, sum snúgva seg um alt frá reingerð av bili um tráðusett til fartelefonir, verða lutaðir burtur til tann, sum eitt nú hevur -

* Flestar veiddar fiskar (1, 2 og 3 fáa vinningar)

* Størstu samlaðu vekt

* Longsta fisk

* Tyngsta fisk

* Flestar reyðfiskar

* Flest longur

* Størsta hvíting

* Størsta lýsing

* Stuttligasta fisk/ Sjaldsamasta fisk

* Eisini verður drigið um vinning millum allar luttakararnar

Luttøkugjald á 100 krónur verður fyri hvørja tráðu, og agn kann keypast við tilmelding, sum fer fram við havnalagið á Toftum og á telefon 580602.