Føroya Symfoniorkestur

Statoil gjørdi konsertina við Føroya Symfoniorkestri og Frændum møguliga

Tá hugsanin kom fram í nevndini fyri FSO um at gera eina konsert millum FSO og Frændur, var beinanvegin greitt, at tað kom at kosta at gera nótatilfar til eitt tílíkt tiltak.

Formaður FSO, Poul J. Thomsen, setti seg í samband við stjóran í Statoil, um teir vildu hjálpa til at framvega tílíkt nótatilfar, og vóru teir beinanvegin fúsir at gjalda tað, eitt tílíkt tilfar kom at kosta. FSO fór síðani at kanna, hvør tónasetari var, sum hevði royndir at útseta tílíkan tónleik fyri fyri symfoniorkestur og eitt ?rockband?, og aftan á at hava havt samband við tónasetarar í Noregi, Bretlandi og Danmørk varð avgjørt í samráð við Statoil at taka av tilboðnum frá dananum Jørgen Lauritsen, sum hevur nógvar royndir á hesum øki. Jørgen Lauritsen er útbúgvin sum organistur fra Kongaliga Musikkkonservatorinum í Keypmannahavn, síðani er hann útbúgvin sum rútmiskur pianistur og komponistur fra Det rytmiske Konservatorium í Keypmannahavn, og hevur hann gjørt fleiri útsetingar fyri ymsar rockbólkar saman við m. a. Danmarks Radios Underholningsorkester.

Hetta áhugavera tiltakið millum Føroya Symfoniorkestur og Frændur, sum fyri fyrstu ferð verður roynt her í landinum, verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 30. oktober klokkan 20.00 og sunnudagin 31. oktober klokkan16.00.