Føroya Tele kann nú geva avsláttur

Føroya Tele fekk týsdagin loyvi til at veita sínum kundum avsláttarskipanir. Hetta bert Kall kunna gjørt higartil. Tað er nú nógv, sum bendir á, at kappingin á fastnetøkinum veruliga fer at harðna

 

Fjarskifti

Tað gav ilt av sær, tá ið stjórin fyri Føroya Tele, Andras Róin, í bløðunum í gjár skrivaði nakrar viðmerkingar í sambandi við tann komandi KT-vinnupolitikkin. Tað var einamest í sambandi við, at ein sokallað støðumynd var gjørd av føroyska fjarskiftismarknaðinum. Kanningin bar eisini saman við onnur lond. Niðurstøðan av støðumyndini var. at serliga GSM og fastnet í Føroyum liggja ógvuliga ovarliga í prísum.

Tað var í støðumyndini fleiri ferðir víst á, at smærri lond sum Ísland og Luksemburg hava rættiliga góðar prísir at vísa á.

Ì sambandi við støðumyndina av marknaðinum, hevur Fjarskiftiseftirlitið eisini alment heitt á Føroya Tele um lækka sínar prísir á GSM-økinum.

Tað, at Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið fara upp at táttast er tó ikki nakað óvanligt. Hóast hetta, so gav Fjarskiftiseftirlitið týsdagin Føroya Tele loyvi til at geva avsláttur til sínar stórkundar.


Avsláttur

Tað vakti ans, tá ið Vinnumálastýrið skifti veitara á fjarskiftisøkinum frá Føroya Tele til Kall. Orsøkin var einføld: Kall kundi bjóða Vinnumálastýrinum eitt betri tilboð enn kappingarneytarnir, Føroya Tele. Orsøkin til hetta var, at Kall kundi bjóða avsláttur, t.e. ein mondgaravsláttur, har Vinnumálastýrið, eins og aðrir stórkundar, kundu fáa ein avsláttur áljóðandi ein ávísan prosentpart.

Føroya Tele hevur í longri tíð roynt at fingið eina avsláttarskipan, men hetta hevur ikki eydnast teimum. Og tó, týsmorgunin kundi leiðslan á Føroya Tele fegnast um, at teir loksnins og eftir tógvið stríð hava fingið loyvi til at veita sínum kundum avsláttur. Tað, sum talan er um, er ein sokallaða mongdaravsláttarskipan. Tey, sum fáa gleði av hesum vera stóru kundarir hjá Føroya Tele.

-Vit fara nú í næstum at bjóða okkara stórkundum eitt tilboð upp á eina avsláttarskipan. sigur Andras Róin.

Stjórin fyri Føroya Tele greiðir frá, at teir vórðu noyddir at fara undir at sundurskilja teirra roknskap, og hetta er als ikki eitt løtuverk. Tað var ikki fyrr enn, at teir høvdu latið Fjarskiftiseftirlitinum henda roknskapin, at teir fingu loyvi til eina avsláttarskipan.

Sum áður nevnt, so hava Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele eisini áður tikið málið um avsláttarskipaninar upp. Hóast Føroya Tele nú hevur fingið loyvi til eina avsláttarskipan, so var tað als ikki hetta, ið fyritøkan ætlaði sær frá byrjan av.

Føroya Tele hevur søkt um eina avsláttarskipan, sum eisini samenir fleiri partar av virkseminum hjá fyritøkuni. Hetta er nakað tað sama sum tá ið tryggingar verða savnaðar saman í eina trygging, og tann einstaki tryggingartakarin fær ein avsláttur.

Hetta hevur ikki eydnast Føroya Tele, og málið er nú komið so langt, at tað er kært fyri einari serligari kærunevnd fyri Fjarskiftiseftirlitið. Enn er eingin avgerð komin frá nevndini.

-Vit eru sjálvandi fegnir um at hava fingið hesa avsláttarskipanina, men hetta broytir ikki tað, at vit framvegis ynskja okkum hina avsláttarskipanina eisini, sigur Andras Róin.

Orsøkin til, at Føroya Tele ikki hevur kunnað fingið avsláttarskipanina góðkenda er, sambært Andras Róin, tann, at Fjarskiftiseftirlitið ikki hevur mett roknskapin hjá Føroya Tele nóg væl sundurskildan. Samstundis sum tað, sambært stjóranum, hevur verið torført at leggja ymisku tænasturnar saman til eitt avsláttartilboð.


Ábreiðslur

Í Sosialinum og Dimmalætting mikudagin stóð at lesa viðmerkingar frá Andrasi Róin. Hesar vórðu skrivaðar í sambandi við, at Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt hesa góðu støðumynd.

Andras Róin sigur í sínum viðmerkingum, at tað kann tykist eitt sindur løgið, at kanningin samanber so at siga tvørtur um mark, har fleiri feløg verða blandaði saman til eitt.

Andras leggur afturat sínum viðmerkingum, at hóast eingin hevði ásett teimum tað, so høvdu prísirnir av sær sjálvum fari niðureftir.

-Tað er eitt klárt aðalmál hjá Føroya Tele at lækka okkara prísir, og vit hava eisini lækkað okkara prísir, sigur Andras Róin.

Í løtuni vinnur Føroya Tele, eins og aðrir útlendskir veitarar, nógvir pengar á GSM-økinum.

-Vit hava gjørt rættiliga stórar íløgur innanfyri GSM-øki, og hetta vilja vit sjálvandi hava innaftur, og vit skulu helst eisini hava ein vinning, soleiðis at vit kunnu gera nýggjar íløgur, sigur Andras Róin.

Eftir hvat skilst so liggja tað rættiliga nógvar og stórar íløgur fyri framman hjá Føroya Tele, og tað kann verða trupult hjá teimum at gera hesar, um myndugleikarnir leggja seg so nógv út í hetta við kappingini.

-Endamálið við kapping er at geva kundanum betri og bíligari tænastur. Endamálið við kapping er ikki at tvinga kapping, sigur Andras Róin at enda.