Føroyakvøld á Vega

Gestir, Makrel og 200 eru ein leskilig menu fyri tónleikaáhuga:ar føroyingar, men ein ókend samanblanding av eksotiskum rávørum fyri øll onnur. Tí bleiv Atlantic Music Event til eitt Føroyakvøld á Vega, har bert tey djarvastu lokalu hætta:u sær inn.

Rúnar Reistrup, Keypmannahavn
UMMÆLI
Plakatin fyri Atlantic Music Event í Vega undra:i meg naka:. Ikki tí at hon avmynda:i eitt hálvt sey:arhøvd - ta: var á markinum til at vera genialt - men tí at heili tvey av teimum trimum nøvnunum á plakatini gingu aftur frá júst sama tiltaki í fjør. Um tiltaki: hev:i til endamáls at hjálpa føroyskum bólkum út um føroyska pallkantin, so er ta: eitt sindur løgi: at blíva vi: at hjálpa teimum somu, hugsa:i eg á veg inn í vælkenda konserthúsi: á Vesterbro. Og tá Gestir trinu á pallin framman fyri umlei: somu føroyskt dominera:u áhoyrarafjøldini, sum teir gjørdu um somu tí: fyri einum ári sí:an, kendist ta: ikki sørt sum eitt deja vu - uttan Deja Vu væl at merkja. Hví teir ikki vóru vi:, veit eg ikki og havi sum so heldur onga meining um.
Ta:, sum undra:i meira var, at eitt tiltak, sum ber sama heiti: sum Prix finalan í vár, ikki hev:i Prix vinnaran vi: á plakatini. Frágrei:ingina fekk eg seinni. Ta: var nevniliga ikki føroyski parturin av fyriskipanini, Nor:urlandahúsi:, men umbo: fyri Vega, sum valdu bólkarnar til konsertina út. Ta: kann so kanska siga eitt og anna: um ta: gjøgnumkjaka:a Prixi:, at eingin av finalubólkunum var millum teir útvaldu, men lat ta: nú liggja.

Gestir í skiftistí:
Eftir eina nokkso trilvandi byrjan, har tómligi salurin bar prógv um at føroysk uppmøting eisini er galdandi fyri føroyingar í Danmark, komu Gestir rættiliga fyri seg mi:skei:is í framførsluni. Teir hava lagt á ein tyngri og har:ari bógv tónlistarliga, sí:an teir stó:u á hesum pallinum fyri einum ári sí:an, og at teimum sjálvum dámar ta:, sást t!:uliga. Tíverri tykist ta: sum at bólkurin vi: n!ggju løgunum hevur vent sær eitt sindur frá tí, sum teir dugdu allarbest, nevniliga at mála einfaldar melankolskar ljó:myndir. Ta: gera n!ggju løgini ikki líka væl sum tey gomlu. N!ggi stílurin er uttan iva eitt tilvita: val, sum bólkurin hevur gjørt, men ta: ger Gestir minni ey:kendar enn teir plagdu at vera - í hvussu er nú í "skiftistí:ini".

Hæddarpunkti:
Me:an Gestir solei:is eru tyngdir uppá ta: seinasta, so eru Makrel hinvegin lætna:ir heilt nógv, sí:an teir seinast stó:u í Vega. Og ta: klæ:ir teimum væl! Somu menninir, sum um somu tí: í fjør fyri ta: mesta spældu oyruni av mær uppá tann ringa mátan, vóru nú farnir í floyalshandskar og kela:u inniliga fyri hvørjum einstøkum lagi, eisini tá ta: gekk vilt fyri seg. Sangarin Ári presentera:i Wonderland sum teirra besta lag, men flestu av áhoyrarunum bí:a:u meira spentir eftir prix-hittinum Forever and Beyond, og framførslan av hesum lagnum gjørdist eisini hæddarpunkti: á kvøldinum fyri mítt vi:komandi.

Skápspunkarin
Í døgunum undan konsertini á Vega ljó:a:i dúgliga ígjøgnum junglutrummurnar, at seinastu bólkurin á skránni hetta kvøldi:, 200, hev:i eina kanin í hattinum. Eftir trummuljó:unum at døma, skuldi Simon Kvam, forsangari í Nephew, koma á pallin, me:an 200 spældi. Forsangarin í 200, Niels Arge Galan, var gestur á pallinum, tá Nephew spældi á G! festivalinum, so ta: ljó:a:i ikki heilt ómøguligt. Men har kom eingin Simon Kvam á pallin, ísta:in hála:u 200 dreingirnir eina a:ra kanin upp - skápspunkaran Teit Lassen - sum tók táttin upp frá G! festivalinum og aftur kom sær uppí propagandamaskinuna, sum hetta kvøldi: slapp at koyra fyri fullari skrúvu í Stauning salinum á Vega.

Desertin mangla:i
Sæ: í bakspeglinum bilti ta: einki, at tveir av bólkunum á Atlantic Music Event í Vega í fjør gingu aftur í ár. Bæ:i Gestir og Makrel hava flutt seg so miki:, at teir høvdu uppibori: ein kjans afturat, og mítt bo: er, at Makrel saktans kunnu hava imponera: onkran av donsku áhoyrarunum. Tíverri vóru naka: fáir av hesum at síggja. Atlantic Music Event gjørdist - aftur í ár - eitt Føroyakvøld.
Spurningurin er tí, um ta: ikki hev:i veri: betri at spent onkran av kendaru føroysku nøvnunum fyri vognin. Teitur megnar at fylla Vega vi: donskum áhoyrarum (tó ikki sum punkari), og hann kundi tí passandi sta:i: sum høvu:snavn á plakatini næsta ár saman vi: minni kendum føroyskum nøvnum.
So kundi tiltaki: lokka: vi: bæ:i sey:arhøvdi og onkrum leskiligum omaná til tey, sum ikki vita, um teimum dámar sey:arhøvd.