Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Langtíðarætlanin 2015 hjá Landsstýrinum er eitt av fáum langtíðarátøkum, vit hava sæð í føroyskum politikki. Tað er tó einki nýtt í at eitt land setur sær mál fyri hvar samfelagið skal verða um eitt ávíst tíðarskeið, men hetta er nýtt og kanska slóðbrótandi í føroyskum høpi. Tað er eisini at fegnast um, at slík mál verða sett, men eisini sjálvsagt at alt samfelagið má takast við í eina slíka tilgongd. Talan kann ikki bert verða um at seta nøkur mál, men eisini at seta fram hvussu komast skal fram til hesi mál. Tá talan er um ætlan, sum fevnir um meira enn eitt valskeið, er somuleiðis neyðugt at ætlanin er í breiðari politiskari semju, so at alt arbeiði ikki fer fyri skeyti, tá aðrar flokkar og/ella aðrir persónar koma framat valdinum.
Neyðugt er eisini at taka partarnar í samfelagnum uppá ráð og við í sjálva tilgongdina, bæði fyri at fáa gott innlit í hvussu viðurskiftini eru og hvat rørist í samfelagnum, eins og at tryggja at ætlanin hevur stuðul og betrar viðuskiftini fyri partarnar.
Einki status quo
Í skjalinum um hví 2015 er neyðugt stendur eisini sum grundgeving, at status quo ikki er til og at 2015 er ein samfelagsstrategi. Vit kunnu eisini brúka eitt annað heiti, sum ofta hevur verið frammi, nevniliga Tjóðskaparligar Semjur. Kjarnin í 2015 er at fáa tjóðskaparligar semjur á nøkrum økjum sum verða mettar neyðugar fyri at Føroyar kann verða eitt av heimsins bestu samfeløgum í 2015.
Tað er sjálvsagt eitt stórt tak at gera eina slíka ætlan, og nógvir aktørar og fólk skulu takast í eið, um ein slík ætlan skal verða meira enn leysar orðingar. Her hevur Løgmaður valt eina tilgongd við evnisdøgum fyri landsstýrinum, har ymisk evni blivu tikin fram og fyrilestrar hildnir av bæði føroyskum og útlenskum serfrøðingum.
Eisini hevur Landsstýrið havt fundir við andstøðu- og samgonguflokkar, arbeiðsgevara-, arbeiðstakara- og kommufeløg.
Røttu hornasteinarnir?
Um evnini Landsstýrið hevur valt at leggja dent á eru tey røttu, er neyvan semja um, tí í slíkari tilgongd er neyðugt at gera raðfestingar, sum eisini hevur við sær at velja evnir frá.
Lítið er at ivast í, at talan er um eitt gott tiltak, sum okkara land treingir til. Samstundis er tað torført at meta um tað innihaldsliga, tí so lítið hevur verið frammi um hetta enn. Eitt ávíst samstarv hevur verið við andstøðuna. Men spurningurin er, um tað hevur verið nóg umfatandi.
Kompromis
2015 hongur ikki bert á hugskotum og strategi til at gjøgnumføra neyðugu tiltøkini, men eisini at hetta er eitt kompromis millum í fyrsta lagi politisku flokkarnar og í øðrum lagi aðrar samfelagspartar. Sjálvanda skal tað verða gjørligt at tillaga eina ætlan, men um full segl verða sett og ætlanin síða verður slept í t.d 2010, tí undirtøka ikki er fyri leistinum, er talan um eina fiasko.
Hornasteinarnir
At ein slík ætlan mennist og broytist í tilgongdini sæst eisini í hesum føri, tí fyrsta uppleggið hevði evnini alheimsgerð, Føroyar sum oljuvinnusamfelag, Miðfirring, vælferð og búskap, ES og vinnupolitik, har dentur var á lagdur á karmar, einskiljingar og fjøltáttað vinnulív.
Lítið er komið fram alment um hesa tilgongd, tó at Ólavssøku-røðan avdúkaði ein part av hesum, og at raðfestingarnar eru hesir seks hornasteinarnir í ætlanini:
1. Alheimsgerð
2. Útbúgving
3. Gransking og nýmenning
4. Íverksetan
5. Kunningar- og samskiftistøkni
6. Einskiljing
At øll hesi økir eru sera týdningarmikil, er lítil ivi um. Tey flestu eru samd um, at vit ikki eru nóg frammarlaga fyri at fáa sum mest burturúr altjóðagerðini og at vit mugu menna okkara møguleikar úteftir, eisini handilssáttmálar.
Útbúgving?
At vit í 2005 ikki hava nakran skipaðan útbúgvingarpolitik er ikki bara synd, men eisin skomm. Vit hava ikki hóming av hvørjar útbúgvingar okkara fólk fáa, og tí heldur ikki amboð til at meta um hvar tørvur er á fólki og hvørjum útbúgvingum leggjast skal dentur á at fáa fólk at taka. Skulu vit hava gransking og nýmenning bygda á føroyskan førleika, er hetta vælsagtans ein fyritreyt.
Brúka tøknina
Føroyar eru soleiðis háttaðar, at kunningar og samskiftistøknin ger at vit ikki eru so fjarskotin longur, eins og tað kann brúkast sum eitt amboð til at binda Føroyar nógv tættari saman, og er hetta uttan iva ein neyðugur hornasteinur. Góðir karmar fyri íverksetarar eru eisini neyðugir fyri at hava eitt innovativt og dynamiskt vinnulív, eins og eingin ivi er um at einskiljingar eru neyðugar.
Arbeiðsmarknaðurin?
Havandi núverandi støðuna í huga tykist tað tó løgið, at størri dentur ikki verður lagdur á arbeiðmarknaðarviðurskifti. Fyri ikki so langari tíð síðan var streymurin sløktur og har mátti politiskt leggjast uppí. Nú hevur júst verið orrusta við Starvsmannafelagið, sum ikki fekk eina loysn fyrr enn tað lá í kortunum at lagt bleiv uppí politiskt, og samstundis er vandin fyri at fleiri arbeiðsteðgir koma komandi tíðina heilt vist til staðar, og hetta er ein afturvendandi støða. At menna Føroyar til at verða ein vinnari í alheimsgerðini, hevur eisini við sær at fáa nógv betri, tryggari og meira skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Men eisini at arbeiðstakarin kemur í eina tilgongd, har hann umvegis eftirútbúgvingar og umskúlingar verður fyrireikaður til ta broyting føroyska samfelagið skal ígjøgnum, um landið skal verða eitt av heimsins bestu at búgva í um 10 ár. Evni hevur tó verið umrøtt á evnisfundi um 2015.
Raðfesting
Tað nyttar einki at seta sær fyri at verða fremst á øllum økjum. Tað skal raðfestast og veljast kjarnuøki sum metast skal um, um hesi kunnu tryggja at Føroyar gerast eitt av fremstu londunum. Landsstýrið hevur her meldað út hornasteinarnar. Og sum sagt í byrjanini, verða altíð ymiskar fatanir um hetta er rætta raðfestingin. Nú verður so arbeitt við hvørji málini eru á hesum økjum, sum skulu verða nádd í 2015 og hvussu tey skulu røkkast.
Sjálvberandi búskapur
Ein spurningur sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, er eisini spurningur um ein sjálvberandi føroyskan búskap og har hevur Løgmaður sagt, at hesin spurningur ikki er avgreiddur enn. Sum skilst eru enn fundir við partar av samfelagnum. Málið um sjálvberandi búskap má neyðturviliga eisini verða ein spurningur um at avtaka heildarveitingina úr Danmark, og hesum spurningi er neyvan semja um í samgonguni.
EFTA
Á fundarskránni, sum Landsstýrið hevur havt, sæst at undir evninum "viðurskifti okkara við ES", luttók eisini aðalskrivarin í EFTA, og hetta hevur kanska verið við til at sett í gongd arbeiði við ynskinum um tættari samstarv við EFTA, sum hevur verið nógv frammi í summar.
Tjóðskaparlig semja
Tað verður spennandi at síggja endaligu visjón 2015 við raðfestingum og ætlanum um hvussu málini skulu røkkast. Talan er um eitt gott og alneyðug tiltak, men enn er torført at gera metingar um arbeiðið. Kritikkurin er tó , at andstøðan ikki er tikin nóg nógv við í arbeiðið, tí tað er alneyðugt at talan er um eina breiða politiska semju, tjóðskaprliga semju, sum ikki verður tveitt fyri borð tá stjórnarskifti er. Hinvegin so skrivar Løgmaður, at áðrenn ein strategi skal leggjast er neyðugt at hava evnisdagar um viðurskiftini, og haðani skal so ein virkisætlan gerast, sum skal verða eitt manifest og ískoyti til samgonguskjalið. Tað er eisini neyðugt fyri at koma í gongd við arbeiðnum. Men tá talan er um eina langtíðarætlan um hvar Føroyar skulu verða um 10 ár, skal tað verða fest í meira enn bara samgonguskjalið. Her má málið verða at gera poltiskar avtalur millum so stóran part av flokkunum sum gjørligt.
Samanumtikið er hetta eitt sera gott og týdningarmikið tiltak og fara vit her á Tinghelluni komandi vikurnar at hyggja at einstøku pørtunum av ætlanini 2015.