Føroyar í bólki við Danmark

Fyrsta liðið, sum var tikið úr pottinum og koyrt í bólk 4 var Makedonia, sum var eitt av liðnum venjarnir hjá føroyska landsliðnum gjarna vildu møta. Úr fjórða seedingarlagi kom eisini eitt av ynski liðnum hjá Heðini Askam og Bill M. Jacobsen, nemmiliga Norðurírland, sum føroyska A- landsliðið fekk stig móti í fjør.

 

Triðja liðið, ið kom í okkara bólk var eitt satt dreyma lið. Úr kúluni kom eitt pappír við navninum Danmark á. Sostatt eru Føroyar og Danmark í bólki saman. Úr fyrsta seedingarlagi kom Serbia úr pottinum.