Føroyar blivnar meira tolsamar

- Føroyar eru vorðnar eitt opnari og tolsamari samfelag, segði Jóannes Eidesgaard í síni nýggjársrøðu Løgmaður heldur, at Føroyar eru á rættari kós til at skapa góða samfelagið, sum er málið við Visjón 2015.

- Vit kunnu staðfesta, at Føroyar eru vorðnar eitt opnari og tolsamari samfelag. Kjakið um javnstøðu millum kynini er mennandi, og tey nógvu átøkini, sum hava verið frammi í seinastuni, stimbra undir javnstøðu, ikki bara í politikki, men eisini í leiðslum og nevndum hjá tí almenna og tí privata. Eg frøist um, at útlit eru fyri, at fleiri kvinnur koma á ting.

- Javnrættindi eiga at verða tillutað øllum uttan mun til húðalit, lívsáskoðan ella kynsligan samleika. Tolsemi og fjølbroytni eru grundvøllurin undir nýskapan, og nýskapan er ein av fremstu fyritreytum fyri framburði.

- Vit eru ávegis at fáa eitt samfelag, sum kann draga til sín kapital og skapandi arbeiðsmegi. Vit eru ávegis at skapa teir røttu karmarnar fyri tí góða samfelagnum. Vit eru ávegis at røkka okkara Visjón 2015, segði Jóannes Eidesgaard í sínari nýggjársrøðu.