»Eg trúgvi, at hóast mótstøðuliðið er lítið spennandi, kunnu vit rokna við veruligum stuðli frá viðhaldsfólkunum kring alt Slovenia«. Orðini eigur Matjaž Kek, venjari hjá slovenska fótbóltslandsliðnum.
Nei, føroyska fótbóltslandsliðið er ikki serliga spennandi. Og so als ikki, tá føroyska fótbóltslandsliðið er tað liðið, sum Slovenia skal dystast við í fyrsta dystinum av veruligum týdningi á nýggja tjóðarleikvøllinum Ljubljana í Slovenia.
Stožice Stadium er nýggi stoltleikin í høvuðsstaðnum. Leikvøllurin varð tikin í nýtslu í august í ár, tá Slovenia og Eysturríki spældu. Henda dagin var fullsett á Stožice Stadium. Stívliga 16.000 fólk vóru til venjingardystin, sum Slovenia so passandi vann 2-0.
»Til dystin móti Eysturríki, sóu vit, at Slovenia nú eigur eitt annað heim, har vit kunnu rokna við nógvum stuðli«, sigur Matjaž Kek sambært uefa.com
Men nú góðar tveir mánaðir eftir, at leikvøllurin varð tikin í nýtslu og eftir eina heldur misjavna byrjan upp á undankappingina, kunnu útsagnirnar hjá Matjaž Kek tulkast sum, at hann stúrir fyri, at fólk ikki fara at tíma til dystin, sum eigur at vera ein avgreiðslu spurningur hjá Slovenia.
Skulu basa Føroyum
Slovenia byrjaði undankappingina við at tapa á heimavølli móti Norður Írlandi, tó ikki á Stožice Stadium, men á Ljudski Stadium í Maribor. Hetta var bæði óvæntað og kom dátt við hjá Matjaž Kek og hansara monnum.
Tí var tað ein lítil uppreisn, tá Slovenia spældi javnt móti Serbia á útivølli eftir hetta. Eingin ivi skal tó vera um, at tey flestu í Slovenia helst høvdu sæð teirra kæra landslið við minst trimum stigum longu nú.
Tað er ikki veruleikin, og tí hevur venjarin hjá Slovenia verið bæði greiður og avgjørdur, tá hann hevur tosað við fjølmiðlarnar seinastu dagarnar. Málið er at vinna á bæði Føroyum og Estlandi.
– Tað hevði tryggjað okkum eitt gott útgangsstøði til avgerandi dystirnar næsta ár, sigur Matjaž Kek við heimasíðuna hjá UEFA.