Føroyska U21 landsliðið hevur lagt ógvuliga bragdliga fyri ímóti Russlandi.
Stóripinnur hevði ikki verið eina ferð runt, tá ið bólturin lá í russiska málinum!
Jóhan Ellingsgaard legði innfyri úr høgru, og Jóan Símun Edmundsson stýrdi við høvdinum sera vakurt og úr 12 metrum bóltin dygst undir tvørtræið og í málið.
Frammanundan høvdu russarar havt ein góðan møguleika, og tá ið fýra minuttir vóru farnir var um reppið, at føroyski liðformaðurin, Christian R. Mouritsen, økti um leiðsluna!
Eftir hálvan tíma er støðan framvegis 1-0. Føroyska liðið hevur ongantíð verið undir tí stóra trýstinum, sum Rumenia megnaði at leggja Føroyar undir.
Hugburðurin hevur verið framúr, og Føroyar hava havt nógv betri tak á fótbóltsspælinum enn ímóti Rumenia, og onkra ferðina hevur verið um reppið, at møguleiki hevur verið at økja um leiðsluna.
Føroyska miðverjan, Rógvi Holm og Pól Jóhannes Justinussen, hevur staðið seg rættuliga væl, sjálvsálitið kring allan vøllin er stórt, og tá ið okkara menn fara í álop, eru altíð í hvussu so er fýra spælarar frammi á vøllinum.
Føroyingar hava sæð gult tvær ferðir: Pól Jóhannes Justinussen 30. og Kristoffur Jakobsen í 33. minutti.
Síðstu løtuna undan steðginum hevur føroyska spælið á ovara vølli í Gundadali verið akkurát tað sama, sum tað hevur verið. Enn hevur einki bent á, at russiska liðið skal seta seg á spælið.
Eykatíðin í 1. hálvleiki var 3 minuttir.
-Vit hava víst so nógvar ferðir betri hugburð í dag, enn vit gjørdu leygardagin. Spælararnir hava ofrað seg fullkomuliga samstundis, sum teir hava spælt væl. Tað er hetta, sum skal til fyri at røkka góðum úrsliti, sigur annar av venjarunum, Heðin Askham, við Rás2, nú teir eru á veg út at hvíla seg.
52. minuttir
Fyrstu minuttirnar eftir steðgin hevur tað gingið javnt á. Jóan Pauli Dahl Jakobsen í føroyska málinum hevði fína bjarging eftir horna og roynd úr stuttari fjarstøðu, og síðani var um reppið, at føroyingar øktu um leiðsluna, tá ið miðverjin, Rógvi Holm, royndi seg eftir frísparksinnlegg.
57. minuttir
Russararnir royna at seta ferðina upp, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa mál.
60. minuttir
Framvegis 1-0 til Føroyar. Føroyski liðformaðurin, framrættaði miðvallarin Christian R. Mouritsen, hevur tvær ferðir verið tætt við at gerast leysur frammanfyri russiska málverjanum.
Í 1. hálvleiki høvdu Føroyar fitta lotið undan. Í 2. hálvleiki er lotið væl minni, enn tað var fyrr í kvøld.
65. minuttir
Framvegis 1-0. Russiska bjørnin tykist vera um at kvaklast við. Eftir hornaspørk hevur tríggjar ferðir verið tætt við, og í einum álopi hava teir í tveimum umførum havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri framúr væl upplagda málverjan Jóan Paula Dahl Jakobsen.
72. minuttir
Russarar hava framt tríggjar útskiftingar, meðan tað framvegis eru teir somu ellivu, sum umboða Føroyar.
Trýstið á føroyska málið er stórt, men í snarálopum ímóti frammarlaga staddu russisku verjuni eru okkara onkra ferðina vandamiklir.
74. minuttir
Jan Martin Mortensen loysir Johan Ellingsgaard av á miðvøllinum í høgru.
80. minuttir
Tíggju minuttir undan leikloki verður Oddmar Færø settur á vøllin fyri Kristoffur Jakobsen.
Kristoffur hevur arbeitt ógvuliga nógv á miðvøllinum. Gula kortið frá 1. hálvleiki hevur sjálvandi verið til ampa, uttan at tað hevur sæst á avrikinum hjá KÍ miðvallaranum.
87. minuttir
Støðan er framvegis 1-0 til Føroyar. Okkara spælarar tykjast framvegis halda høvdið kalt!
90+1 minuttir
Øssur Dalbúð loysir Páll Klettskarð av.
90+3 minuttir
Liðugt
1-0 til Føroyar