Havrannsóknir
Tríggjar miljónir krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum í ár til nýtt havrannsóknarskip, og ætlandi verða 40 miljónir krónur settar av á fíggjarlógini fyri 2009.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti FTFB-ráðstevnuna (Fishing Technology and Fish Behaviour) í Vinnuháskúlanum í morgun.
Á ráðstevnuni kunngjørdi hann, at landsstýrið arbeiðir við ætlanunum at smíða eitt nýtt havrannsóknarskip.
- Okkum tørvar eitt nýtt skip fyri at geva okkara egnu og fremmandum granskarum bestu kor at virka undir, og tí er hetta ein framtíðaríløga í júst tað, sum hendan ráðstevnan viðger, segði Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann setti ráðstevnuna í morgun.
Magnus Heinason hevur tænt fyri seg og er ikki tíðarhóskandi longur. Skipið er eini 30 ára gamalt og varð í síni tíð bygt sum vanligur trolari.
Heldur størri
Í stuttum práti beint eftir setanina, segði landsstýrismaðurin, at farið verður undir projektering av nýggja skipinum í hesum árinum – og ávegis skitsur eru longu teknaðar.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at nýggja skipið ætlandi verður eitt sindur størri og heldur breiðari enn Magnus Heinason.
- Enn kunnu vit ikki siga, hvør kostnaðurin verður, tí enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu skipið kemur at síggja út, og hvussu tað verður útgjørt.
Landsstýrismaðurin heldur kortini, at eitt rímiligt boð upp á, hvussu stór hendan verkætlanin verður í peningi, er millum 120 og 150 miljónir krónur.
- Skulu vit vænta okkum holla ráðgeving frá okkara fiskifrøðingum og Fiskirannsóknarstovuni, er neyðugt, at umstøðurnar til fiskivinnuroyndir av ymiskum slagi gerast betur, enn tær eru í dag.
Hann vísir á, at tað er ikki bara skipsskrokkurin og støddin á skipinum, sum er avgerandi fyri hesar royndir, men meira, hvussu eitt slíkt skip er útgjørt.
- Eitt slíkt skip, sum tað, ið vit fara at smíða, er ikki nóg stórt til pelagiskar fiskiroyndir, men tá ber til at leiga okkurt av teimum skipum, sum vit frammanundan hava. Her hava vit nógv góð skip, sum kunnu gera hesar royndir fyri okkum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Væl nøgdur
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, heldur, at Magnus Heinason hevur gjørt góða nyttu øll árini, hann hevur verið havrannsóknarskip, men skipið er ikki tíðarhóskandi longur.
- Eg haldi, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum við nýggjum skipi teknar seg væl, og vit eru væl nøgdir við ta upphædd, sum ætlanin er at seta av til hesa verkætlan í ár og komandi ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Lesið eisini setanarrøðuna hjá landsstýrismanninum á bls. 14 í dag.