Føroyar fáa somu støðu sum Ísland

Um danska stjórnin og Fólkatingið góðtaka at geva føroyingum somu skipan sum íslendingar, verður støðan hjá teimum lesandi óbroytt í mun til í dag, sigur Høgni Hoydal í svari til Heðin Mortensen

ÓLAVUR Í BEITI


Heðin Mortensen setti Høgna Hoydal tríggjar spurningar viðvíkjandi støðu teirra lesandi í Danmark, og spyr í teim fyrru spurningunum um útbúgvingarmøguleikar hjá føroyingum í Danmark, um so er, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og danskan lestrarstuðul, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Danmark.

Í svarinum til hesar spurningar, sigur Høgni Hoydal m.a., at um danska stjórnin og Fólkatingið góðtaka at geva føroyingum somu skipan sum íslendingar, verður støðan hjá teimum lesandi óbroytt í mun til í dag.

? Hartil er at siga, at norðurlendskur sáttmáli er gjørdur, sum tryggjar at fólk úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki hava javnbjóðis atgongd til hægri lestur við lærustovnarnar hjá hvørjum øðrum. Í sáttmálanum binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur, og búgva í einum øðrum norðurlandi, javnbjóðis atgongd til hægi lærustovnarnar í teimum 5 londunum.

? Tá ríkisrættarligu viðurskiftini verða broytt, er landsstýrisins ætlan, at gerast sjálvstøðugur sáttmálapartur í øllum norðurlendskum sáttmálum, eins og at fáa sjálvstøðuga umboðan í norðurlendskum samstarvi annars. Sambært teimum upplýsingum landsstýrið hevur, er ongin forðing fyri hesum ? hinvegin er tað júst fortreytin fyri at gerast javnbjóðis partur í norðurlendskum samstarvi og sáttmálum, at landið hevur fullveldi.

? Landsstýrið miðar eftir, at føroyskur lestrarstuðul verður veittur til tey, sum lesa í hinum norðurlondunum eins og uttanfyri norðurlond, og at hesin stuðul verður fult so nøktandi sum í dag, sigur Høgni Hoydal.


Ikki bein-

leiðis avtalur

Viðvíkjandi triðja spurninginum, um hvussu langt landsstýrið er komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum, svarar Høgni Hoydal, at Landsstýrið kann ikki gera beinleiðis útbúgvingaravtalur fyri føroyskar ríkisborgarar fyrr enn fullveldi er staðfest.

? Tó er sjálvsagt nógv samstarv um útbúgvingar- og granskingarspurningar ? serstakliga við hini norðurlondini. Í flestum førum er talan um ítøkiligar samstarvsavtalur millum einstøku stovnarnar, eitt nú millum Fróðskaparsetur Føroya og ymsar lærdar háskúlar í Onglandi og hinum norðurlondunum.

? Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur annars gjørt eina samstarvsyvirlýsing við íslendska undirvísingar- og mentamálastýrið. Henda avtala fevnir m.a. um samstarv á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Eitt ávíst samstarv er við Ísland frammanundan, men arbeitt verður í løtuni við at fylla út karmarnar fyri samstarvinum, sigur Høgni Hoydal m.a. í svarinum.