Hóast sama stigatal, 273, setti FIFA listanum fyri juni Wales omanfyri Føroyar á styrkislistanum fyri juni. Útrokningar hjá football-rankings.info, Jákup Emil Hansen og Fótbóltssambandinum vístu hinvegin, at Føroyar eru, runt roknað, 0,07 stig frammanfyri Wales. Støðan á styrkislistanum er avgerðandi fyri, hvørjum styrkisbólki Føroyar enda í. Enda vit omanfyri Wales, flyta vit ein styrkisbólk upp og kunnu sostatt møta londum sum Malta og San Marino. FSF kravdi FIFA eftir eini frágreiðing, har útrokningarnar verða útgreinaðar. Fríggjadagin 8. juli handlaði FIFA eftir atfinningarnar frá FSF og flutti Føroyar upp um Wales. Í dag er tað so endaliga staðfest á listanum fyri julimánað. Føroyar eru frammanfyri Wales á listanum, bæði fyri FIFA-limalondini og UEFA-limalondini.