Føroyar, Grikkaland og Kýpros eru komin í bólk A í fyrra undanspæli til EM í 2020. Londini eru blivin samd um at halda undanspælið sum eina kapping, ístaðin fyri at nýta vanliga háttin, at spæla á úti- og heimavølli.
Hetta verður gjørt fyri at minka um útreiðslurnar hjá londunum. Á hendan hátt sleppa londini, hvør í sínum lag, undan at gjalda fyri ferð og uppihald til báðar útidystirnar.
Kappingin verður hildin frá 13. til 15. januar 2017, og Føroyar hava fyrsta rætt at halda kappingina. Um Føroyar ikki vilja halda kappingina, fær Grikkaland møguleikan og síðst í røðini eru Kýpros.
Eftir øllum at døma kemur HSF at taka av møguleikanum. Dimma.fo endurgevur Ára Rouch samskipara í Hondbóltssambandið Føroya har hann sigur at Føroyar eiga at taka av.
Vinnarin av kappingini sleppur víðari til næsta undanspæl, har tey størru londini eisini eru við um at kappast at sleppa til EM 2020, sum verður hildið í Svøríki, Noregi og Eysturríki.