Føroyar løgdu sannførandi fyri í nýggju kappingini fyri landslið – National League.
Malta vitjaði á Tórsvølli, og maltesar rigga nú til at fara til hús við 3-1 tapi.
Hálvleiksstøðan var 2-1.
Jóan Símun Edmundsson legði heimaliðið framum eftir risa verjukiks, og René S. Joensen økti til 2-0, tá ið hann sneiddi inn frá høgru og setti bóltin upp í handara síðunetið.
Spenningur kom í aftur undan steðginum, tá ið superveteranurin og metmaðurin á maltesiska landsliðnum Mifsud, sum eitt sindur í høgru var leysur innanfyri verjuna og skoraði. Áðrenn Føroyar settu hol á, hevði Mifsud roynd úr góðari støðu, men Gunnar Nielsen í føroyska málinum bjargaði sannførandi.
Stutt eftir steðgin økti miðvallarin Hallur Hansson til 3-1, og Malta megnaði ikki at svara aftur, hóast gestirnir síðstu løtuna høvdu meiri trýst, tí heimamenninir høvdu hug at vera meiri í verjustøðu.
Spælararnir vóru sera spentir. Hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen er fegin um sigurin, men hann er ikki heilt nøgdur við leikliga avrikið:
-Spælararnir hava ofta víst, hvat teir megna við bóltinum. Í kvøld fegnast vit um sigurin, men tað var ikki heilt tann friðurin yvir spælinum, sum tað ofta hevur verið tey seinnu árini, sigur Jóannes Jakobsen.
Mánakvøldið skulu Føroyar spæla aftur. Tað verður á útivølli í Kosovo.
Føroyar - Malta 3-1 (2-1)
Nations League
Á Tórsvølli fríggjakvøldið 7. september 2018 kl. 19.45
1-0: Jóan Símun Edmundsson 31.
2-0: René S. Joensen 38.
2-1: Mifsud 42.
3-1: Hallur Hansson 52.
Dómarabólkur úr Finnlandi: Ville Nevalainen, dómari, Jan-Peter Aravirta og Mika Lamppu, hjálpardómarar, Petri Viljanen og Dennis Antamo, máldómarar og Jukka Honkanen, eykadómari
Føroyar: Gunnar Nielsen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - René Schak Joensen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar (Rógvi Baldvinsson, 90.), Brandur H. Olsen (Finnur Justinussen, 86.), Gilli R. Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 81.) - Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Tróndur Jensen og Klæmint A. Olsen.
Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Malta: Andrew Hogg – Steve Borg, Andrei Agius, Zach Muscat (Jean Paul Farrugie, 73.) – Joseph Mbong, Alfred Effiong (Andrew Cohen, 84.), Rowen Muscat (Stephen Pisani, 60.), Paul Fenech, Joseph Zerafa – Michael Mifsud, André Schembri
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Henry Bonello, Steve Sultana, Michael Johnson, Ryan Fenech, Juan Corbolan, Ferdinando Apap, Ryan Camilleri, Johan Bezzina, Roderick Briffa
Gult kort: Alfred Effiong, Steve Borg, Joseph Zerafa, Zach Muscat,
Venjari: Raymond Farrugia
--
95) 3-1
LIÐUGT
90) 3-1
Fimm minuttir lagdir aftrat.
90) 3-1
Føroyar skifta út. Rógvi Baldvinsson avloysir Sølva Vatnhamar.
89) 3-1
GULT KORT. Sonni Ragnar Nattestad.
87) 3-1
GULT KORT. Cohen, sum júst er skiftur inn, sær gult fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.
85) 3-1
Føroyar skifta út: Finnur Justinussen avloysir Brand H. Olsen.
84) 3-1
Malta skiftir út: Cohen avloysir Effiong.
81) 3-1
Føroyar skifta út: Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Gilla R. Sørensen.
79) 3-1
Føroyska liðið hevur tikið seg longri aftur, og tað ber við sær, at maltesar nú hava bóltin meiri, enn teir higartil hava havt.
73) 3-1
Malta skiftir út: J. P. Farrugia avloysir Z. Muscat.
70) 3-1
Tað er lívligt á Tórsvølli. Áskoðararnir hoyrast væl, og tað eru spennandi støður í báðum brotsteigunum.
68) 3-1
GULT KORT. J. Zerafa fyri fríspark.
64) 3-1
Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, hevur lagt hesar myndirnar í in.fo myndasavnið:
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
60) 3-1
Malta skiftir út: S. Pisani avloysir R. Muscat.
59) 3-1
GULT KORT. Z. Muscat fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.
53) 3-1
GULT KORT. S. Borg fyri fríspark ímóti Brandi Hendriksson Olsen.
52) 3-1
3-1: Hallur Hansson
Uppspælið er gott, og føroyingar vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tá ið Gilli R. Sørensen fer um koll eitt sindur í høgru í brotsteiginum. Dómarin tigur, og tað endar við, at Sølvi Vatnhamar er púra kaldur, tá ið hann av baklinjuni í høgru trillar bóltin upp á tvørs og eitt sindur út frá til Hall Hansson, sum smekkar bóltin upp í nettakið í handaru síðu av málinum.
Gott lag á Tórsvølli.
50) 2-1
Lars Olsen vil hava sínar menn at verja longri frammi á vøllinum. Maltesarnir tykjast ikki vera so fegnir um at verða stressaðir heilt afturi í verjuni.
47) 2-1
37 ára gamli málskjúttin hjá Malta, Mifsud, sigur fyrstu royndina eftir steðgin. Fjarstøðan er átjan metrar, og Gunnar Nielsen hevur tak á støðuni, tá ið bólturin fer tríggjar metrar við síðuna av málinum.
46) 2-1
Malta gevur bóltin upp.
--
Spælararnir eru á veg á vøllin aftur, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sigur við sjónvarpið hjá KvF, hvat stóra avbjóðingin verður í seinna hálvleiki:
-Vit mugu fáa eitt sindur meiri frið yvir spælið. Tað hevði komið væl við, um onkur steðgaði bóltinum viðhvørt, hóast ferðin í spælinum eigur at vera og ofta hevur verið høg. Ein avbjóðing er, at vit ikki megna at venda spælinum úr øðrum borðinum og í hitt, tá ið vit mynda álop.
--
Finski dómarin legði einki aftrat. Tá ið klokkan vísti 45 minuttir, bríkslaði hann fyri hálvleiki.
Fyrstu løtuna var tað ikki so undirhaldandi. Fyrsta møguleikan átti Malta eftir eitt korter.
Føroyska liðið hevur í fyrra hálvleiki verið væl meiri á bóltinum enn maltesiska liðið.
Jóan Símun Edmundsson setti hol á eftir risa verjumistak hjá Malta, og René S. Joensen økti um munin.
Stutt undan steðginjm minkaði Malta um munin.
45) 2-1
HÁLVLEIKUR
44) 2-1
GULT KORT. Effiong fyri fríspark aftarlaga í vinstru.
42) 2-1
2-1: Mifsud
Tað luktar av rangstøðu, tá ið bólturin verður úr vinstru lagdur inn um verjuna, har Mifsud er leysur og setir bóltin framvið Gunnari Nielsen. Dómarin góðkennir málið.
37) 2-0
2-0: René S. Joensen
Tað verður lagt flatt fram í høgru, René S.Joensen rennur inn um verjuna, dregur inn í vøllin og setir við vinstra beini bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið. Eitt fínt mál, og Føroyar eru nú omaná.
31) 1-0
1-0: Jóan Símun Edmundsson
Øgiligt maltesiskt verjukiks. Vongverjin í vinstru roynir av síðulinjuni at leggja aftur til málverjan. Jóan Símun fær tak á bóltinum á brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og hann setir bóltin framvið málverjanum og í málið.
26) 0-0
Gilli Sørensen brýtur ígjøgnum í vinstru og vinnur horna. Tá ið lagt verður innfyri, bríkslar dómarin fyri maltesiskum frísparki.
24) 0-0
Malta er vandamikið í skjótum mótálopi. Eftir flatt innlegg úr høgru strýkur bólturin framvið føroyska málinum - bara ein metur frá.
22) 0-0
GULT KORT. Gunnar Vatnhamar fyri fríspark á miðstrikuni og mitt fyri.
20) 0-0
So er aftur tætt við. Brandur H. Olsen roynir seg við frísparki úr 23 metrum, og málverjin bjargar til horna.
17) 0-0
Eftir framlegging úr høgru drønstútar Jóan Símun Edmundsson úr tólv metrum, og málverjin bjargar.
16) 0-0
Mifsund er púra leysur í høgru, tá ið hann smekkar til, m en Gunnar Nielsen bjargar meistarliga til horna, sum einki spyrst burturúr.
14) 0-0
Hýrurin er góður kring vøllin, og føroyska liðið hevur bóltin næstan tvær ferðir so nógv sum mótstøðuliðið. Enn verður bíðað eftir fyrsta málmøguleikanum.
08) 0-0
Føroyingarnir hava bóltin meiri, men fyrstu løtuna hevur tað ikki verið rættiligur friður yvir spælinum.
01) 0-0
Føroyar geva bóltin upp.
00)
Tað er turt og tjúkt, men tað bilar ikki fyri dystin. Tað sæst væl úr øðrum endanum og í hin á vøllinum, og ljósini gera góðan mun.
00)
Tjóðsangirnir verða spældir. Fyrst tann finski og so Tú alfagra land mítt.
00)
Dómarabólkurin er úr Finnlandi: Ville Nevalainen er dómari, Jan-Peter Aravirta og Mika Lamppu eru hjálpardómarar. Máldómarar eru Petri Viljanen og Dennis Antamo. So nevndi fjórði dómari er Jukka Honkanen.
00)
Av teimum ellivu, sum vera við frá fyrsta bríksli, umboða átta útlendsk feløg.
Tríggir spælarar eru úr bestu deildini í Føroyum. Teir spæla allir við Víkingi. Gunnar Vatnhamar er vongverji í høgru, liðformaðurin Atli Gregerfsen er miðverji, og Sølvi Vatnhamar er framrættaður í høgru.
Føroyska liðið:
Gunnar Nielsen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - René Schak Joensen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Gilli R. Sørensen - Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.
00)
Tað er gott lag á Tórsvølli. Sagt verður at tað er útselt, men enn eru ikki allir sessirnir mannaðir.
00)
Lars Olsen hevur verið landsliðsvenjari síðani 2011 verið venjari hjá landsliðnum. Hann er tann, sum hevur verið longst av øllum venjari hjá føroyska landsliðnum.
Dysturin í kvøld man vera ein tann, har føroyska liðið hevur verið roknað at vera størst favorittur.
Hetta er søguligur dagur í føroyskum fótbólti.
Fyri løtu síðani var síðsta bríksl í Póllandi, har úrslitið hjá U-21 landsliðnum var 1-1.
Nú verður fyrsti dysturin yvirhøvur í nýggju europeisku landsliðskappingini - Nations League - á Tórsvølli.