Føroyar mugu vera til reiðar

Oljufólk eru eitt ótolið fólkaslag. Tí mugu Føroyar vera til reiðar, so tey sleppa í gongd so skjótt, oljan er staðfest, sigur sølustjóri í oljuvinnuni

OLJUVINNA

 

– Spurningurin er ikki lon-gur um olja verður funnin við Føroyar. Spurningurin er nær. Og í løtuni er lítið at ivast í, at olja í stórum nøgdum verður funnin við Føroyar, áðrenn 2010 er runnið.

So avgjørdur er sølustjórin á oljuráðgevingarfyritøkuni Rambøll Oil & Gas, Kai B. Olsen, ið hevur fylgt neyvt við í oljuleitingunum kring Føroyar.

Oljuinnrás í Føroyum

Hóast tað ganga eini tvey til trý ár, frá tí at oljan er staðfest, til hon kann fáast upp, eiga føroyingar longu nú av álvara at byrja at fyrireika seg, sigur Kai B. Olsen, sum sjálvur hevur starvast í oljuvinnini í meir enn 30 ár.

- Oljufólk eru eitt ótolið fólkaslag, sum vilja hava ferð á arbeiðið uttan stór-vegis hóvasták. Tí ræður um hjá føroyska vinnu-lív-in-um at vera til reiðar at upp-fylla øll krøv og at tryggja, at øll tænasta og útgerð fæst til vega. Minst líka umráðandi er tað, at politiska skipanin ikki ger tað óneyðuga trupult hjá oljuvinnuni at fara í gongd og annars virka framyvir, sigur Kai B. Olsen av--gjørd-ur.

Hann væntar, at útlit eru fyri at á leið tvífalt so nógv olja verður funnin við Før-oyar sum í Norðsjónum. Tað merkir, at Føroyar kunnu vænta eina innrás av eini 20.000 fólkum, ið hava tilknýti til oljuvinnuna. Hesi fólkini skulu ikki bara sleppa til arbeiðis og at ferðast ómakaleyst um flog-vøllin. Tey fara eisini at hava tørv á tænastunum í samfelagnum annars, og tí ræður um hjá stórt sæð øll-um liðum í tænastu-vinnuni, at leggja upp fyri hesum avbjóðingunum.

Rambøll til reiðar

Kai B. Olsen dylur ikki yvir, at hann sum sølustjóri á Rambøll Oil & Gas longu nú sær fyri sær fleiri ráð-gevingaruppgávur, ið fyri-tøkan kundi átikið sær í Føroyum.

– Boringarnar við Føroyar koma at ganga fyri seg á umleið 800 metra dýpi. Tað krevur eina serliga fram-leiðslutøkni, sum júst er okkara serøki. So eg kann ímynda mær, at vit fara at bjóða ráðgeving innan eitt nú flótandi framleiðsluskip, sigur Kai B. Olsen og legg-ur afturat, at Rambøll fyri stuttum loysti eina stóra uppgávu av hes-um slag á Nexus feltin-um í Norra.