Saareema og Føroyar spæla flogbóltsdyst í oyggjaleikakappingini. Fyrsta settið vann Saareema heili 25-14. Saareema vann eisini næsta settið, men í hesum settinum vóru føroyingar væl við. Støðan var 22-22, men nervarnir vóru ikki nóg kaldir, og endin var, at Saareema vann settið 25-23.
Saareema var væl betur í triðja settinum, sum endaði 25-15 til Saareema. Rúni Weihe var ikki við á føroyska liðnum í dag. Nógv talar fyri, at Føroyar og Áland koma at spæla hálvfinalu hósdagin.