Er nøkur ætlan um at bjóða føroyskum vinnuívi við á útflutnings- og vinnufremjandi ferðir við drotningini?
Tað er ein spurningur, danski uttanríkisráðharrin, nú skal svara.
Og tað er Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingsmaður, sum spyr, eftir at stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen hevur greitt frá í KvF, at føroyskt vinnulív hevur áhuga í at taka lut í vinnu- og handilsfremjandi ferðunum hjá drotningini.
Men tað verður av ongum, tí antin kemur ongin innbjóðing, eller kemur hon so seint, at tað ikki ber til at taka lut.
Og nú tekur Sjúrður Skaale so spurningin upp við donsku stjórnina, ið stendur fyri ferðunum hjá drotningini.