Føroyar spæla venjingardyst í Aberdeen

Venjingardysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur á Pittodrie Stadium í Aberdeen týsdagin 16. november.

 

Skotar fegnast um, at tað hevur eydnast teimum at fáa í lag venjingardystin ímóti Føroyum.

 

- Ætlanin var at spæla ein b-landsdyst, men tað var vónleyst at fáa ein slíkan í lag. Eg eri tí sera fegin um, at tað hevur lukkast okkum at fáa ein dyst ímóti Føroyum. Tað gevur mær møguleikan at arbeiða við liðnum stutt eftir minniliga dystin ímóti Spania, sigur Craig Levin, skotskur landsliðsvenjari.

 

Fyri tveimum vikum síðani tapti Skotland 3-2 ímóti Spania á heimavølli.

 

- Øll, sum sóu javnleikin hjá Føroyum ímóti Norðurírlandi, vita, at Føroyar hava ment seg til ein vælskipað landslið, og hesin dysturin verður tí ein góð roynd hjá okkara liði, sigur Craig Levin.