Føroyar sum fyridømi

Hetland eiga at fylgja føroyska leistinum innan flogvinnu, siga lokalir politikkarar

Formaðurin í Shetland Islands Council, Gary Robinson, fegnast um, at skotska felagið Logan Air, ið skjótt fer at flúgva uppá Føroyar, fer at slíta við størra felagið FlyBe.

 

Gary Robinson sigur við Shetland News, at Logan Air eigur at hyggja til Føroyar sum fyridømi uppá hvussu eitt lítið flogfelag, ið skal røkja eina serliga rutu, eigur at gerast.

 

- Í Føroyum hava tey gjørt íløgur í útgerð og flogfor, ið kunnu reka flogvinnu á einum serligum veðurplássi sum Hetland og Føroyar eru. Nú tá Logan Air fer at slíta við FlyBe og verður sítt egna aftur, eiga vit at hyggja til Føroyar og fylgja teirra leisti, sigur Gary Robinson.

 

Jonathan Hinkles, stjóri í Logan Air, sigur, at tað fer at taka eini 5-10 ár, at skifta núverandi flotan við Saab flogførum út, við møgulium Airbus flogførum, ið Atlantsflog nýtur.