Føroyar tørva eina langtíðar ferðslutrygdarætlan


 

Jón Kragesteen

Dagligur leiðari á Ferðslutrygd


Undirritaði er av Sosialinum biðin um at skriva nøkur orð í sambandi við, at blaðið ger serligt burtur úr evninum bilar og ferðsla. Vandamálini í ferðsluni eru nógv, so evnini at skriva um tróta ikki. Skrivað kundið verið um ungdómin, sum aftur og aftur kemur sær í meiningsleysar vanlukkur, um hvussu vit kundu gjørt ferðsluupplæringina betri, um hví bilbeltið ikki altíð verður nýtt, um endurskin, um hví so stórur partur av okkara ferðsluumhvørvi framvegis sær út til einans at vera fyri tey, sum sita aftan fyri róðrið og ikki tey, sum eru til gongu, á súkklu ella í rullistóli.

Á Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður dagliga arbeitt við hesum spurningum á ymiskan hátt. Vit kundu lagt onnur evni afturat, t.d. hvussu vit kundu ment trygdarskipanir í bilunum, men lat tað fara hesuferð.

Tað sum fyrst og fremst upptekur okkum á Ferðslutrygd er, hvussu vit kunnu fáa setta í verk eina langtíðar ferðslutrygdarætlan fyri landið, har vit eftir einum skipaðum leisti kunnu fáa ferðsluna tryggari, soleiðis at vit øll í landinum at draga somu línu.

Í veruleikanum hevur Ferðslutrygd í fleiri ár í talu og skrift og á annan hátt roynt at fáa landsins evstu myndugleikar at seta út í kortið ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk. Fyri tveimum árum síðani sá út til at okkurt fór at henda. Komið varð so langt, at í løgmansrøðuni á ólavssøku 1999 varð nevnt, at landsstýrið fór at arbeiða við einari ferðslutrygdarætlan grundaða á Nullhugsjónina.

Men síðani tá er einki hent. Ráðið fyri Ferðslutrygd og onnur her á landi, sum fáast við ferðslu og ferðslutrygd, tað veri seg løgregla, Bileftirlit, Landsverkfrøðingsstovnur, bý- og bygdarráð, koyrilærarar, skúlamyndugleikar, bilaseljarar og onnur, arbeiða framvegis hvør í sínum lagi á besta hátt. Tað er ikki tí, øll vilja vit gera ferðsluna tryggari, men einki mál er sett út í kortið, eingin avgerð tikin um, hvar høvuðsdentur skal leggjast osfr.

Tá ið so vanlukkur henda, kyknar eitt ógvusligt orðaskifti upp og hvør roynir í sínum lagi at siga, hvør orsøkin er, og hvat ið skal verða gjørt. Men tvær vikur aftaná ella so, sýnist alt at vera gloymt, í hvussu er hjá teimum, sum ikki persónliga vórðu rakt.

Í ár eru liðin 25 ár, síðan Ferðslutrygd varð sett á stovn. Besta føðingardagsgávan sum hugsast kann í hesum sambandi, er at landsins evstu mynduleikar settu sjøtul á at gera eina langtíðar ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar ? grundað á hugsaninar í Nullhugsjónini.

(Skjóti upp, at hjálagda grafikkfílan við symbolinum fyir Nullhugsjónini verður sett inn her!)

Aðalmálið í Nullhugsjónini

- eingin dripin og eingin álvarsliga skaddur í ferðsluni

Menniskjaligt at gera mistøk

Í Nullhugsjónini verður ásannað, at vit sleppa ongantíð heilt undan, at menniskju gera mistøk ? hetta hóast ferðsluútbúgvingin alsamt verður betrað. Tí má samfelagið gera viðurskiftini í ferðsluni so trygg, at menniskjalig mistøk ikki verða revsað við deyða ella lívlongum avlamni.

Ferðslan er eitt arbeiðspláss

Á arbeiðsmarknaðinum hevur arbeiðsgevarin skyldu at skipa fyri, at t.d. allar maskinur eru so tryggar, at skaði ikki hendir av óansi, sum daglig rutina av ymiskum orsøkum kann føra til. Hyggja vit at flogferðsluni, kunnu vit vísa á eitt ítøkiligt dømi, sum hendi fyri kortum, nevniliga at Føroyaflogfar var um at renna saman við eitt annað flogfar. Talan var um mennniskjaligt mistak, men tekniska útgerðin í flogførunum syrgdi fyri, at vanlukkan ikki hendi.

Í ferðsluni er samfelagið »arbeiðsgevarin«!

Við øðrum orðum liggur tað á myndugleikunum at gera alt fyri, at tær vanlukkur, sum vit vita fara at henda ? tí at mennuskju altíð fara at gera mistøk ? vera so lítið álvarsligar, sum til ber

Nullhugsjónin utopi?

At hava eina Nullhugsjón er eitt sera høgt mál at seta sær, og mangan verður spurningurin settur, um tað ber til at røkka hesum høga máli. Men tað er ein sannroynd, at skulu vit koma framá, mugu vit seta okkum høg mál. Hetta hava fleiri lond í Europa ásannað - við Svøríki og hinum norðurlondum á odda. Hesi lond hava ásannað, at Nullhugsjónin er einasta mannvirðiliga framtíðarmálið, sum stevnt kann verða ímóti, tá um ferðslutrygdararbeiði ræður.

Ábyrgdin skal býtast

Meginparturin av ferðsluvanlukkum henda av menniskjaligum áðum. Tað vanliga hevur verið, at so at soga øll ábyrgdin verður løgd á hin einstaka, t.d. bilføraran. Men í Nullhugsjónini verður ført fram, at hetta er ikki rætt. Ábyrgdin skal býtast millum fólki í ferðsluni, samfelagið, sum ger vegir, lógir og reglur ? og bilarframleiðararnar. Tí hevur samfelagið skyldu at gera vegirnar soleiðis, at menniskjalig mistøk verða »fangað«, áðrenn vanlukkan hendir og bilaframleiðarin hevur skyldu at gera bilin so tryggan at menniskjalig mistøk verða »fangað« áðrenn ov seint er.


At røkka Nullhugsjónini mugu vit tí arbeiða fyri at fáa

- bestu ferðsluupplær ing/útbúgving

- bestu akfør

- besta ferðsluumhvørvi

- bestu lógir og reglur

- besta eftirlit

- og framhaldandi menning av hesum nevnda

Tað ræður um at hugsa »globalt« og »handla lokalt«

Vit kunnu ikki vænta at røkka evsta málinum í Nullhugsjónini í morgin, men vit kunnu seta okkum ávegis mál at røkka næsta ár ella næstu fimm árini. Tá ið ávegis málini eru sett, skulu vit gera av, hvussu vit koma fram til tey og hvør skal gera hvat. Og sjálvandi skal kostnaðarmetan verða gjørd.

Tað loysir seg at nýta pening til trygd

- hetta vísa allar útrokningar ? her er beinleiðis peningur at spara hjá samfelagnum!