Føroyar taptu við 19 málum

EM-undankappingardysturin millum Serbia og Føroyar, sum var spældur í Zajecar endaði við tryggum 39-20 sigri til Serbia.

 

Aftur hesaferð var føroyska liðið væl betri í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var ógvuliga sámulig, 17-12 til Serbia.

 

2.300 áskoðarar vóru til dystin.