Seinasti skørudagurin, á hesum sinni, var leygardagin. Fía Niclasen, aðalskrivari í Føroya náttúru og umhvørvisfelag heldur at átakið eydnaðist væl.
Felagsskapurin skrásetur ikki hvar og hvussu nógvar garðaskørur verða beindar burtur, tí ber ikki til at siga neyvt hvussu nógv luttóku, men tey hava varhugan av at undirtøkan var góð. Fólk hava tikið garðaskøru í umleið 650 ymiskum støðum.
Næsta ár, fer Føroya náttúru og umhvørvisfelag møguliga at skráseta tey øki har garðaskøran er burturbeind.
Fía Niclasen heldur, at fólk gerast alsamt meira tilvitað um hóttanina av innræsnum plantum, sum troka føroysk plantusløg burtur.
- Vit fáa fleiri fráboðanir, og nógv kjak er um garðaskøruna, og aðrar innræsnar plantur. Garðaskøran er flott, men tað er ikki alt sum er pent sum er gott, sigur Fía Niclasen.
Tað hjálpir at taka garðaskøruna burtur, tí lítið sæst til hana har sum hon var burturbeind í fjør.
Onkrar kommunur hava vent sær til Føroya náttúru og umhvørvisfelag, tí tær vóru áhugaðar í at vera við í átakinum, men meira er ikki komi burtur úr hesum.
- Vit hava ikki sæð at kommunurnar hava skipað nakað. Vit høvdu ynskt at kommunurnar fóru á stóru økini, har neyðugt er at fara við gravimaskinum. Kommunur hava høvuðsábyrgdina, men vit kunnu øll veita eina hjálpandi hond.