Føroyar telva móti Suðurafrika

Nú farið varð um hálvuna í Talv-OL 2008, rendu Føroyar seg í 6. umfari í fyrsta tapið, á mótstøðutjóð, sum í útgangsstøðinum skuldi verið ?til at tosa við?, tá vit taptu 1-3 á Costa Rica. Ósigurin innibar, at vit fullu aftur á júst útgangsseedingina nr. 72 í samlaðu støðuni.

 

11 umfør verða telvaði á Olympiaduni. Í 7. umfari er mótstøðutjóðin Suður Afrika, sum liggur lið um lið við Føroyar - ávikavíst nr. 71 og 72 - á stigatalvuni. Landsliðini er rættiliga javnt-sterk. Føroyar hevur meðalstyrkina 2364, meðan Suður Afrika hevur meðalstyrkina 2315. Vit hava sostatt munin í seedingini, men samanumtikið verður - enn einaferð - talan um sera spennandi og tætta uppgerð, har alt er opið !

 

Á heimasíðuni hjá Talvsambandinum stenda henda grein:

 

Vit hava áður møtt Suður Afriku í OL-høpi: Í Calvia 2004 vann Suður Afrika 2½-1½ og í Elista 1988 endaði uppgerðin við 2-2 javnleikin. Hesar dystirnar var meðalstyrkin hjá Suður Afrika uml. 100 ratingstig hægri enn hjá okkara monnum. Í uppgerðini í dag eru landsliðini javnt sterkari. Suður Afrika telvdi javnt ímóti Pakistan 2-2 - sum vit knógvaðu 2½-1½.

 

Støðan norðurlond v.m.:

 

1. Armenia, 2. Rusland, 13. Holland, 21. Svøríki, 22. Noreg, 34. Finland, 36. Costa Rica, 53. Ísland, 60. Danmark, 71. Suður Afrika, 72. Føroyar - tilsamans 154 lond