Føroyar tráðleysar - royndarøki hjá Føroya Tele & Ericsson?

   

Janus Dam Guttesen
???????

Herfyri frættist, at Føroyar gerast royndarøki innan mest framkomnu fartelefon-tøknina - eitt útslit av nýggjari avtalu millum Føroya Tele og LM Ericsson. Men vita vit yvirhøvur um henda tøknin fær lívfrøðiligar avleiðingar á okkum sjálvi?
Við framkomnari tøkni frá Føroya Tele og LM Ericsson gerst tað eftir ætlan um stutta tíð møguligt hjá føroyingum at senda myndir og video gjøgnum fartelefonina. Hetta hendir uttan at nakar kritiskur spurningur verður settur til ætlanina.
Í útlondum er kjak um fartelefon-tøknina, tí vísindafólk siga, at hon ávirkar kyknurnar í kroppinum á menniskjum og á øllum livandi verum. Kjakið í Danmark hevur havt við sær, at prísirnir á húsum og íbúðum, ið hava eina fartelefon-mastur sum nærmasta granna, eru lækkaðir í virði (nakrar 100.000 krónur).
Í Útvarpi Føroya herfyri segði ein serfrøðingur hjá Kalli, at kjakið í Danmark líktist mest eini heksajakt (av fartelefon-útbjóðarunum). Ein orsøk til, at kjakið verður so harðligt er helst, at telefyritøkurnar (útbjóðarar og framleiðarar) ógvuliga treyðugt vilja hava eitt opið kjak um heilsuárinini av nýggju tøknini (les: lívfrøðilig ávirkan av mikrobylgju-geislingum). Vanliga svarið til kritiskar spurningar er, at »tað er ikki prógvað, at geislingin er skaðilig« og »vit halda okkum innanfyri loyvda markið fyri geisling«.
Men granskarar siga, at ásetta markið fyri mest loyvdu geisling er alt ov høgt, og at sokallaða 'meginreglan um fyrivarni' (forsigtighedsprinsippet) átti at verið brúkt - soleiðis at mastrarnar t.d. ikki verða settar upp í bústaðarøkjum og als ikki tætt við skúlar og barnagarðar, tí tað eru børn, sum eru mest viðkvom fyri hesi geisling.
Føroya Tele ætlar nú at royndarkoyra hesa tráðleysu tøkni í Føroyum, og tað hevur við sær, at vit sum búgva í royndarøkinum, verða sokallað »royndardjór« - bæði tey, sum hava eina fartelefon og tey, sum onga hava.
Hvørjar avleiðingar geislingin fer at hava í framtíðini, vita vit lítið um enn, men tað er prógvað, at kyknur í mannakroppinum upptaka geislingina og darra í viðsveiggji. Viðsveiggj er t.d. tað sum hendir, tá ein operasangarinna rakar ta høga C-ið í nøkur sekund - og krystallglasið, sum stendur tætt við, fer í smildur.
Kendasti persónurin, ið er vorðin ovurviðkvæmur av elektromagnetiskum geislingum - og tí hvørki kann nýta eina tráðleysa telefon, teldu ella vera tætt við eina tendraða fartelefon - er Gro Harlem Brundt-land, fyrrverandi forsætis-ráðharri í Noregi.
Í grannalandinum Svøríki gera fleiri kommunur »lågstrålingszoner« - tvs. øki, har telesamskiftis-mastrar ikki eru loyvdar, soleiðis at fólk, sum eru serliga viðkvom, kunnu búseta seg í hesum økjum.
Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum eru grannar til eina telesamskiftis-mastur, sova illa. Útvarp Føroya bar fyri tíð síðani tíðindi frá einum íslendskum ellisheimi, sum tók nýggju fartelefon-mastrina niður av takinum, tí fleiri av íbúgvunum mistu svøvnin, eftir at hon var sett upp.
Í Føroyum eru vit aftarlaga á nøkrum økjum, harímillum á umhvørvisøkinum. Vit seta t.d. nústaðni á stovn eina Agenda 21-skrivstovu. Men vit verða skjótt millum fremstu lond í heiminum innan fartelefon-tøkni, sigur Føroya Tele. Tað sama kann ikki sigast, tá umræður kjakið um vansarnar við hesi tøkni.
Bitland hevur sum mál at brúka nýggja tøkni »á fyrimyndarligan hátt«, sum tað stendur í endamálsorðingini. Men merkir hetta, at fyrilit verða tikin fyri lívfrøðiligari ávirkan - og at Føroya Tele, sum partaeigari av Bitlandi - t.d. vil bíða við at taka nýggja tráðleysa útgerð í nýtslu til óheft gransking hevur víst, at tøknin er meinaleys?
Eitt alternativ til tráðleyst internetsamband er t.d. at leggja ljóskaðalar í jørðina. Tað er eitt er skjótt, trygt og umhvørvisvinarligt samband.
Hóast málið er tøkniliga torført at skilja, so kunnu og eiga fjølmiðlar og politikarar at seta seg inn í málið og seta kritiskar spurningar og t.d. lata óheftar granskarar innan økið siga sína hugsan.
Um hugsjónin hjá telefyritøkunum er at gera alt telesamskifti tráðleyst, kunnu vit gerast eitt av teimum londunum í heiminum, ið eru mest dálkað av mikrobylgju-geislingum. Og tá er ivasamt, um vit hava røkt aldingarðin Føroyar á fyrimyndarligan hátt.